• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Árbók fyri Føroyar 2004

Hagtøl fyri Føroyar við enskum undirteksti

Árbók fyri Føroyar 2004
Útgávuár: 2004
ISBN: 978-99918-0-682-2

Í árbókini er nýggjasta hagtalstilfarið um føroyska samfelagið við enskum undirteksti. Tær mongu frágreiðingarnar og talvurnar geva eina fjølbroytta mynd av samfelagsumstøðunum í Føroyum. Sum nakað nýtt eru fleiri farmyndir við, ið greidliga lýsa ávís viðurskifti. Ein fløga fylgir við bókini, har allar talvur eru at finna sum pdf- og excel-fílar.

Í árbókini kunnu øll samfelagsáhugað kunna seg um mong ymisk viðurskifti, t.d. íbúgvaviðurskifti, fiskivinnu, landbúnað, ídnað, kommunuviðurskifti, almannamál, kirkjumál, heilsuverk, mentanar-virksemi. Aftast í bókini eru leitorð prentað.

Árbókin, sum er almenna hagtalsverkið fyri Føroyar, er ein sera hent handbók hjá politikarum, fyrisiting, fakfelagsfólki, stovnum, fyritøkum, fjølmiðlum, feløgum og ikki minst skúlum. Fløguútgávan, ið fylgir við árbókini, ger, at tað ber til at arbeiða við tølunum á telduni.

Til skúlabrúks gevur Føroya Skúlabókagrunnur út frálærutilfar til árbókina. Talan er um 13 smærri hefti við ymiskum uppgávum og frágreiðingum til nøkur av høvuðsevnunum, ið eru at finna í árbókini. Heftini eru ætlað fólkaskúla, miðnámsútbúgvingum og til framhaldslestur. Tey eru ein góð hjálp til betur at skilja hugtøk og taltilfar. Bøkurnar Samfelagsfrøði 1 og 2 og Tit bygdu hetta land venja næmingar at viðgera, meta um og taka støðu í samfelagsspurningum, samstundis sum tær lýsa søguliga baksýnið. Til hesar bøkur er árbókin ein ómissandi stuðul. Higartil er komið út:

Samfelagsfrøði 1 og 2, ætlaðar framhaldsdeild fólkaskúlans. Hesar samfelagsfrøðir byggja breitt á tilfar úr árbókini, og eru arbeiðsuppgávur og spurningar knýtt beinleiðis at árbókini.

Heftini 1-10 og heftið 20 eru breið innføring í at arbeiða við nevndu kapitlum í árbókini.

Heftið 2.2 við arbeiðshefti viðger kap. 2, og er ætlað til framhaldsdeild og miðnámsstøði.

Bókin Tit bygdu hetta land Arbeiðsmarknaðurin, viðger arbeiðsmarknaðin í síni heild.

Hagtalskanningin Um livikor føroyinga við arbeiðsheftum til fólkaskúlan og miðnámslestur, viðtalskanningin Livikor føroyinga, matarkanningin Hvat kostar matur og drekka og meiningakanningin Fráflyting og búskaparkreppa eru kanningar frá kreppuárinum 1994. Hetta er ein háttur at viðgera hagtølini úr árbókini, og ber til í dag at samanbera støðuna í kreppuárunum, ið heftini umrøða, við støðuna í dag við árbókini ár 2004.

Bókarøð: Annað
Tilfar:
  • » Bók og nýmiðil
Lyklatøl um Føroyar
Lyklatøl um Føroyar

Heftið er ætlað sum stuðul hjá næminginum at lesa og skilja "Árbók fyri Føroyar", so at hann kann kunna seg um...

Íbúgvaviðurskifti
Íbúgvaviðurskifti

Arbeiðshefti til kapittul 2 í Árbók fyri Føroyar, ið umfatar íbúgvaviðurskifti. Meginparturin er uppgávur til ...

Íðnaður, handverks- og byggivinna
Íðnaður, handverks- og byggivinna

Heftið er ætlað sum stuðul hjá næminginum at lesa og skilja Árbók fyri Føroyar, so at hann kann kunna seg um o...

Fiskivinna
Fiskivinna

Arbeiðshefti til 5. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppávur, men greitt verður e...

Flutningur og samferðsla
Flutningur og samferðsla

Arbeiðshefti til 8. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Stutt søguligt yvirlit er yvir flutning fyrr í tíðini, yvir...

Hav- og landbúnaður
Hav- og landbúnaður

Arbeiðshefti til 6. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur, sum eggja næmingun...

Handil, privatar og almennar tænastur
Handil, privatar og almennar tænastur

Arbeiðshefti til 10. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Greitt verður frá um vinnumentan í søguligum høpi, vinnume...

Kirkjumál
Kirkjumál

Bóklingurin Kirkjumál er ætlaður sum stuðul at lesa og skilja kapittul 20 í Árbók fyri Føroyar og viðger m.a. ...

Vinnubýti
Vinnubýti

Arbeiðshefti til kapittul 4 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum eru uppgávur til næmingarnar, me...

Stjórnarmál, val og fyrisiting
Stjórnarmál, val og fyrisiting

Arbeiðshefti til kapittul 3 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur til næmingarnar, men...

Orka og fjarskifti
Orka og fjarskifti

Arbeiðsheftið til kapittul 9 í Árbók fyri Føroyar. Heftið er um orkuframleiðslu, orkukeldur og altjóða royndir...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019