• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Deutsch schreiben

Deutsch schreiben
Útgávuár: 2001
ISBN: 978-99918-0-287-9

Hetta heftið er ætlað teimum, sum hava fingið eina grundleggjandi undirvísing í týskum. Tað kann verða brúkt í 10. flokki fólkaskúlans, í miðnámsskúlunum og sum sjálvlestur hjá teimum, ið vilja duga betur týskt mál.

 

Her verða tey mest umráðandi økini í týskari mállæru viðgjørd við serligum denti á sagnorðabending, at brúka føllini og at gera setningar.

 

Til hvørt mállærufyribrigdi eru smá stykkir á føroyskum at umseta til týskt. Glosur eru uppgivnar undir hvørjum stykki at lætta um arbeiðið. Stykkini kunnu verða brúkt til bæði skrivliga og munnliga gjøgnumgongd. Aftast í bókini eru samanhangandi tekstir at umseta, umframt listar við sterkt bendum sagnorðum og frágreiðingum til mállæruorð við dømum.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » André Niclasen
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
Skriva týskt 1
Skriva týskt 1

Hetta er ein nýggj og økt útgáva av tí grundleggjandi undirvísingarbókini eftir André Niclasen lærara, sum er ...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019