• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Eg skrivi 8

Skrivligt føroyskt til miðdeild

Eg skrivi 8
Útgávuár: 2009
ISBN: 978-99918-2-016-3

Nú er 8. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum.

Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki) upp í 7. ella 8. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Mállæran í Eg skrivi 8 byggir á tað, sum næmingarnir hava lært í teimum fyrru bókunum.

Endamálið við Eg skrivi bókunum er at stuðla og eggja næmingunum at kunna seg væl og virðiliga um tað føroyska málið, her undir føroyska mállæru og rættskriving, so at næmingunum fellur lætt og raðið at orðbera seg á góðum og tíðarbærum føroyskum máli, bæði í talu og skrift.

 

Gunnvá Dam hevur skrivað bókina, og Edward Fuglø hevur myndprýtt. Umbróting, repro og prent hava Vasti / Estra staðið fyri.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Gunnvá Dam
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
Viðkomandi tilfar:
Eg skrivi 1
Eg skrivi 1

Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í e...

Eg skrivi 2
Eg skrivi 2

Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Gunnvá Dam ...

Eg skrivi 3
Eg skrivi 3

Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

Mállæruh...

Eg skrivi 4
Eg skrivi 4

Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruhef...

Eg skrivi 5
Eg skrivi 5

Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og ...

Eg skrivi 6
Eg skrivi 6

Hetta er sætta bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheft...

Eg skrivi 7
Eg skrivi 7

Skrivligt føroysk til miðdeild

 

Nú er 7. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Ætlanin er, at tað skulu vera 9...

Eg skrivi 9
Eg skrivi 9

Hetta er 9. og seinasta bókin í røðini av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Tey eru ...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019