• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Ein biltúrur

Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluni

Ein biltúrur
Útgávuár: 2004
ISBN: 978-99918-953-2-9

Bókin er um tey bæði, Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Í bókini verður eisini staðfest, at tað er ikki nóg mikið at sita við hús og læra um ferðslu við at lesa, barnið má eisini gera sínar royndir úti í ferðsluni. Børn læra best av at royna sjálvi. Fremst og aftast í bókini eru nágreiniligar leiðbeiningar til foreldur um skilagóða nýtslu av bilstóli, bilkodda og bilbelti til børnini í bili.

Ein biltúrur er liður í einum framhaldandi útgávusamstarvi millum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Skúlabókagrunn. Hetta er onnur bókin um Onnu Lisu, Ára og Klæna í ferðsluni, og evnið hesa ferð er: -– Hvussu sita børn trygg í bilinum? Fyrra bókin var Á veg í barnagarð, sum kom út í fjør heyst. Katarina Nolsøe hevur týtt báðar bøkurnar úr íslendskum eftir Jón Ármann Steinsson og Jón Hámund Marinósson.

Umframt at bókin verður lisin heima við hús, er hon eitt gott íkast til frálæruna um ferðslutrygd í barnagarði og skúla.

Ein biltúrur er eitt úrslit av virkseminum í Ferðsluringi Barnanna, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd setti á stovn í 1984. Síðani tá hevur staðið øllum børnum í boði at fáa tilfar um ferðslu og ferðslutrygd.

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Jón Ármann Steinsson
Tilfar:
  • » Bók
Á veg í barnagarð
Á veg í barnagarð

Bókin er um tey bæði Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er ein rúmdarmaður. Tey trý fara at læra ...

Ferðsluevni
Ferðsluevni

Talan er her um ringmappu við leysum bløðum, sum læraranum er loyvt eftir egnum tykki at fjølrita til næmingar...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020