• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Ferðsluevni

- til 1. og 2. flokk

Ferðsluevni
Útgávuár: 2001
ISBN: 978-99918-953-0-2

Talan er her um ringmappu við leysum bløðum, sum læraranum er loyvt eftir egnum tykki at fjølrita til næmingarnar. Á henda hátt kann lærarin sjálvur seta undirvísingina um ferðslu og ferðslutrygd saman eftir hóskandi tørvi. Í Ferðsluevni til 1. og 2. flokk verður m.a. tikið fram, hvussu tað er at vera til gongu í ferðsluni og at finna fram til tryggasta vegin til og úr skúla, sum ikki altíð er hin skjótasti og stytsti.

Eisini verða súkkluviðurskiftini viðgjørd: at súkkla snýr seg ikki bara um at duga at javnviga, neyðugt er at hava yvirlit og duga at samskipa sansaárin og rørslur – í veruleikanum eru børn ikki búgvin at súkkla í ferðsluni, fyrr enn tey eru um 10 ára aldur. Umframt nógv onnur vandamál í ferðsluni verður eisini nomið við, hvussu gjørt eigur at verða, tá ið farast skal í buss og úr bussi.

Tvørfakligt arbeiði:

Fólkaskúlalógin býður til heildarundirvísing við tvørfakligum evnum, og til hetta skuldi Ferðsluevni til 1. og 2. flokk verið eitt hent amboð. Mappan er bygd upp í pørtum, sum bjóða til at arbeiða við evninum úr ymiskum sjónarhornum. Evnispartarnir eru hesir:

Prát, Lesa og skriva, Telja og rokna, Tónleikur og rørsla, Spøl, Evning, Tilfar til foreldur, Tilfar til lærararnar.

 

Stutt vegleiðing er saman við hugskotum um arbeiðshættir. Eisini eru nakrar síður við sangum, og aftast eru tvær glærur í litum við ferðsluskeltum.

Bókarøð: Annað
Tilfar:
  • » Ringbind við avritssíðum
Á veg í barnagarð
Á veg í barnagarð

Bókin er um tey bæði Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er ein rúmdarmaður. Tey trý fara at læra ...

Ein biltúrur
Ein biltúrur

Bókin er um tey bæði, Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er rúmdarmaður. Tey trý fara at læra bar...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020