• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Firvaldsbók 1

Firvaldsbók 1
Útgávuár: 2000
ISBN: 978-99918-0-239-8

Firvaldsbók 1 er nú komin í broyttari og øktari útgávu. Størsta broytingin er, at uppgávurnar eru gjørdar lættari, so næmingarnir fyrr kunnu byrja at brúka bókina. Firvaldsbøkurnar eru ætlaðar sum eykatilfar í byrjanarundirvísingini. Heftini eru ikki til eitt ávíst floksstig, men kunnu verða nýtt í eini næmingalagaðari undirvísing, soleiðis at næmingurin kann arbeiða á tí stigi, hann er á.

Á flestu uppgávunum skal næmingurin seta løtt orð í samband við myndir og soleiðis læra seg at lesa orðini ella at kenna tey aftur. Fleiri av uppgávunum eru sjálvrættandi, t.e. at antin hava tær eitt loysunarorð ella siga tær, hvussu nógv orð næmingurin skal finna. Umframt at hon er eykabók í byrjanarundirvísingini, eigur Firvaldsbókin eisini at gera sítt til at økja hugin hjá næmingunum at læra seg nýggj orð og at ogna sær gott arbeiðslag.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Gunnvá Dam
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
Firvaldsbók 2
Firvaldsbók 2

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksst...

Firvaldsbók 3
Firvaldsbók 3

Firvaldsbøkurnar eru stuttligar uppgávur til byrjanarundirvísing. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næminga...

Firvaldsbók 4
Firvaldsbók 4

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksst...

Firvaldsbók 5

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksst...

Firvaldsbók 6
Firvaldsbók 6

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksst...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019