• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Firvaldsbók 4

Firvaldsbók 4
Útgávuár: 2002
ISBN: 978-99918-0-319-7

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er á.

Umframt at vera eykatilfar til næmingar, ið arbeiða skjótt, kunnu bøkurnar eisini nýtast sum stuðul at læra seg at lesa – her undir eisini sum serundirvísing.

Mangar uppgávur eru sjálvrættandi, t.e. at annaðhvørt hava tær eitt loysunarorð, ella eisini siga tær, hvussu nógv orð næmingurin skal finna. Niðast á síðuni eru nøkur orð í einum gráum kassa. Hesi orðini kann næmingurin nýta at styðja seg við, tá ið hann loysir uppgávuna.

Uppgávurnar eru stuttligar at loysa! Tær livandi strikumyndirnar hjá Olivuri við Neyst skapa forvitni og áhuga. Umframt at vera eykabók í byrjanarundirvísing eigur Firvaldsbók 4 helst eisini at gera sítt til at økja um hugin hjá næmingunum at læra seg nýggj orð og setningar – og at ogna sær gott arbeiðslag.

Bókarøð: Svarlisti
Rithøvundar
  • » Gunnvá Dam
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
Firvaldsbók 1
Firvaldsbók 1

Firvaldsbók 1 er nú komin í broyttari og øktari útgávu. Størsta broytingin er, at uppgávurnar eru gjørdar lætt...

Firvaldsbók 2
Firvaldsbók 2

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksst...

Firvaldsbók 3
Firvaldsbók 3

Firvaldsbøkurnar eru stuttligar uppgávur til byrjanarundirvísing. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næminga...

Firvaldsbók 5

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksst...

Firvaldsbók 6
Firvaldsbók 6

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksst...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019