• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Føroysk kórbók 1

Kórsatsir eftir Karl Clausen

Føroysk kórbók 1
Útgávuár: 2004
ISBN: 978-999722-2-014-1

Á kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi kórsatsir til føroysk løg til føroyingar í Keypmannahavn longu fyrst í 60-árunum. Á mongu vitjanum sínum her á landi savnaði hann tilfar um gamlan andaligan sang, tók sálmar og sangir upp á band og festi løgini síðani á blað.

Nógv av hesum kórtilfari hevur í avritum verið tøkt hjá føroyskum kórum, er vorðið fólkaogn og hevur verið eitt álit við mong kórhøvi. Annað av tí kemur nústani fram í ljósið og man tí ikki hava minni áhuga. Vónin er, at hesin kórbóklingur við føroyskum sálmum og sangum í sínum frálíku kórbúnum kann gera sítt til at varðveita sambandið við okkara sangliga ættararv og enn í mong ár verður ein hornasteinur í kórsangi í Føroyum.

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Karl Clausen
Tilfar:
  • » Bók
Føroysk kórbók 2
Føroysk kórbók 2

38 løg og satsir eftir Knút Olsen eru við í hesi kórbók, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur

út í teldutøkari ú...

Føroysk kórbók 3
Føroysk kórbók 3
Í triðju útgávuni av føroyskum kórsangi, Føroysk kórbók 3, eru løg skipað fyri kór frá gomlu fólkavísuni Dro...
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019