• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Føroysk mállæra 2

Grunddrøg í føroyskari syntaks

Føroysk mállæra 2
Útgávuár: 2019
ISBN: sBók:978-99972-2-130-8/pBók:978-99972-2-131-5

Hetta er annað bind í røðini Føroysk málæra.

 

Bókin tekur fram grundleggjandi drøg við føroyskari syntaks, og er fyrst og fremst ein deskriptiv lýsing av føroyskari syntaks.

 

Í bókini eru eisini orðafrágreiðingar, sum lesarin kann brúka og eitt indeks, sum ger, at hon kann brúkast at sláa upp í, um lesarin hevur ivamál um eitthvørt í føroyskum.

 

Orðið syntaks gongur aftur til grikskt sýntaxis, sum er eitt sagnleitt navnorð, ið merkir skipan. Syntaks er læran um reglurnar fyri, hvussu orð verða sett saman til setningar og tann bygnað, setningarnir hava, og er eisini um orðaraðið í setningunum.

 

Talið á setningum í einum máli er óendaligt, men reglurnar fyri, hvussu setningar skulu gerast, eru avmarkaðar. Kortini kann málbrúkarin gera eitt óendaligt tal av setningum, og lurtarin skilir tað sagda/skrivaða. Hetta er tann produktivi parturin av málinum.

 

Bókin fæst bæði sum sBók og pappírsbók. sBókin kostar 100,- kr. fyri 4-ára hald og pappírsbókin kostar 498,- kr.

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » Hjalmar P. Petersen
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020