• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Frumsagnir

Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum

Frumsagnir
Útgávuár: 1998
Bókasavnstal: 29
ISBN: 978-99918-1-134-6

Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum Mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin var til. Sagnirnar í hesari bókini eru bara ein lítil partur av gudasøgunum í heiminum, og meira er gjørt burturúr hjá summum fólkasløgum, kanska tí, at vit vita meira um gudalæru teirra.

Bókin er væl egnað at nýta í kristni, føroyskum og søgu. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið bókina út í felag.

Gudasagnirnar, ið vit vita um, eru bara eitt lítið brot burtur úr tí, sum upp gjøgnum tíðirnar hevur lýst trúgv og vón, ótta og tráan menniskjans. Hvør, ið er hvør í gudalæruni, stendur aftast í bókin. Litmyndirnar gera sagnirnar í bókini spennandi og øðrvísi.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Neil Philip
Tilfar:
  • » Bók
Risin sum røkk um allan heim
Risin sum røkk um allan heim

Bókin, úr røðini Gamla gudalæra okkara, er um uppruna og skapan heimsins, soleiðis sum forfedrar okkara trúðu....

Skapanin
Skapanin

Skapanin er stutt endursøgn úr skapanarsøguni í 1. Mósebók. Myndirnar, ið eru pappírsklipp úr fagurt littum si...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019