• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Grønland, Føroyar og Ísland

Vit í Norðurlondum

Grønland, Føroyar og Ísland
Útgávuár: 1995
Bókasavnstal: 45
ISBN: 978-99918-0-018-9

Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í Atlantshavi. 5 sjónbond um londini eru til láns í Námi.

Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur givið út í samstarvi við hini Norðurlondini. Vit í Norðurlondum sigur frá, hvussu fólk lívbjarga sær í teimum sjey londunum, sum tilsamans eru Norðurlond. Vit fáa fjølbroytta mynd av náttúru, samfelagi og menning í nítiárunum.

Sjónbond og næmingahefti vísa, hvussu ymiskt fólk liva í smábygdum, stórbygdum og býum. Sjónbondini eru til láns á LMS.

Vit í Norðurlondum er undirvísingartilfar í náttúru/tøkni, landalæru og samfelagslæru, so at næmingarnir síggja, hvussu samfelag teirra - sum onnur samfeløg - broytist, tí at t.d. samskifti og flutningur gera heimin hjá teimum minni.

Vit í Norðurlondum er um ymisk rák uppi í tíðini: hátøkni verður meira brúkt, vinnubýtið broytist, fólk flyta av fjarløgdum støðum, nærbýlt verður í stórbýnum, hvussu náttúrutilfeingið verður brúkt og vansar at halda náttúrugrundarlagið.

Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Jón Ingi Ejdesgaard
  • » Ebbe Mortensen
Tilfar:
  • » Bók
Vit í Norðurlondum
Vit í Norðurlondum

Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðs...

Danmørk
Danmørk

Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og u...

Finnland
Finnland

Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, v...

Norðurlond
Norðurlond

Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 2 mió.

 

Kortið er umhvørviskort. Harumframt er havbotnsrelieff við. Fø...

Noreg
Noreg

Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru f...

Svøríki
Svøríki

Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvi...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019