• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Hervør og Høgni í triðja - Ljóðbók

Lesibók við fløgu

Hervør og Høgni í triðja - Ljóðbók
Útgávuár: 2008
ISBN: 978-99918-2-001-9

Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í heimligum umhvørvi, skal læra næmingin nýggj orð og hjálpa honum at automatisera lesingina.

Í bókini Hervør og Høgni í triðja er dátufløga við upplestri og sangum. Til bókina hoyra tvær arbeiðsbøkur, faldari til foreldrini og talgild læraravegleiðing, sum verður á netinum.

Í 2004 kom bókin Hervør, Høgni og hini, har vit fylgdu tvíburasystkjunum í øðrum flokki. Her vóru ymsir tekstir tiknir við, so sum sangir, sagnir og ævintýr. Ætlanin var, at tilfarið á hesum støði, umframt at vera heimligt, eisini skuldi stuðla undir at automatisera lesiførleikan.

 

Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis sangir, yrkingar, ævintýr, sagnir, skjaldur, orðatøk og gátur.

 

Umframt vanlig innihaldslig evni, so sum árstíðir og høgtíðir, tekur bókin eisini upp trupul evni sum deyða, hjúnaskilnað og happing.

 

Til bókina Hervør og Høgni í triðja verða tvær arbeiðsbøkur. Hin fyrra verður klár til skúlaársbyrjan. Arbeiðsbøkurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir í stóran mun kunnu arbeiða sjálvstøðugt við uppgávunum.



Eisini lærara- og foreldravegleiðing er gjørd til bókina Hervør og Høgni í triðja. Foreldravegleiðingin er ein faldari, meðan læraravegleiðingin er teldutøk á www.fsg.fo. Her verður víst til ískoytistilfar og kjakevni at taka upp í undirvísingini í føroyskum í triðja flokki. Øll bókin er harafturat lisin inn á dátafløgu, sum fylgir við sjálvari bókini. Á hesi fløguni eru eisini sangir, ið fylgja tekstinum og tilfarinum í bókini.

 

Høvundar eru Rannveig Hovgaard og John Næs Berg. Janus Dam Guttesen, Hannis Egholm og Kari Roarsdóttir hava teknað flestu tekningarnar í bókini. Hannis Egholm hevur umbrotið bókina, og Føroyaprent hevur prentað. Útgevari er Føroya Skúlabókagrunnur, og bókin og tað tilfar, ið hoyrir til røðina um Hervør og Høgna, sum nú ganga í triðja, fæst í Bókamiðsøluni og í bókahandlunum kring landið.

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » John Næs Berg
  • » Rannveig Hovgaard
Tilfar:
  • » Ljóðbók
Hervør og Høgni í triðja - Grundbók
Hervør og Høgni í triðja - Grundbók

Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurna...

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1
Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1

Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir ...

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2
Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2

Arbeiðsbók 2 til Hervør og Høgna í triðja. Bókin er ætlað til føroyskt undirvísingina eftir jól í triðja flokk...

Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók
Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók

Lærarabók til Hervør og Høgni í triðja. Hugskot, Umrøðuevni, Faktapartur, Bókalisti, Arbeiðsbók og Svarlisti t...

Handstavraðið (blá)
Handstavraðið (blá)

Teknmálsplakatin knýtir seg til bókina Hervør og Høgni í triðja, ið sum heiti bendir á, er lesibók til triðja ...

Handstavraðið (grøn)
Handstavraðið (grøn)

Nú ber til at seta teknmál á veggin. Tí Føroya Skúlabókagrunnur hevur prentað fyrstu føroysku plakatina við ei...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019