• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Káin og Ábel

- næmingabók

Káin og Ábel
Útgávuár: 2003
ISBN: 978-99918-0-328-9

Næmingabókin hevur 7 høvuðsevni, ið øll viðgera siðfrøði. Hetta er arbeiðsbók við uppgávum, bæði til bíbliutekstir og søguna um Káin og Ábel, men eisini til greining av myndum. Til hvørt av høvuðsevnunum í næmingabókini eru prentað tvey listaverk, ið kunnu knýtast at søguni um Káin og Ábel, men eisini nýtast sum myndatilfar og lýsa siðfrøðiligu evnini meira alment. Næmingabókin er tí prýðilig bók, við málningum frá ymiskum tíðarrákum í listasøguni. Hanne Jacobsen, studentaskúlalærari, hevur skrivað frágreiðingar og gjørt uppgávur til myndagreining.

Káin og Ábel er nýtt og fjølbroytt tilfar til undirvísingina í kristni, har serligur dentur verður lagdur á at viðgera siðfrøðilig evni. Tilfarið er samansett av grundbók, næmingabók (arbeiðsbók) og lærarahefti og er ætlað framhaldsdeild fólkaskúlans og miðnámsskúlum. Marjun Bæk og Karolina Matras, lærari, hava, við upprunafrásøgnini úr Bíbliuni og týddu søguni til ung sum útgangsstøði, gjørt undirvísingartilfar, ið ger tað áhugavert hjá lærarum og næmingum at viðgera siðfrøðilig evni í teimum eldru flokkunum. Farið verður víða um, nógvar ávísingar eru til viðkomandi bíbliutekstir, og nortið verður við nógvar stórar spurningar. Eisini ber til at fara í dýpdina og viðgera okkurt einstakt evni nágreiniliga.

Vónin er, at fjølbroytnið í tilfarinum styrkir um møguleikarnar at nýta mongu evnini í øðrum lærugreinum eisini, t.d. í føroyskum, donskum, søgu/samtíð og í tvørgreinaligum lesnaði og verkætlanum.

Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt læraraheftið, har upplýsingar eru um bíbliutekstir, arbeiðsuppgávur og eyka lesnað.

Grundbókina Káin og Ábel - ein mýta um tveir brøður hevur Marjun Bæk, prestur, týtt úr norskum eftir prestin og rithøvundin Paul Leer-Salvesen. Hetta er søga til ung, ið byggir á bíbliusøguna um brøðurnar Káin og Ábel og lív teirra.

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Karolina Matras
Tilfar:
  • » Bók
Jesus í myndlistini
Jesus í myndlistini

Myndir, ímyndir og søgur úr Nýggja testamenti hava í øldir kveikt listafólk, og nøkur av heimsins størstu list...

Móses í myndlistini
Móses í myndlistini

Í Gamla testamenti lesa vit um Móses, sum var lóggevi, profetur og leiðari ísraelsfólks.

Umframt til heimlig...

Káin og Ábel
Káin og Ábel

Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt læraraheftið, har upplýsingar eru um bíbliutekstir, arbeiðsuppgávur o...

Káin og Ábel
Káin og Ábel

Hetta er nýtt og fjølbroytt tilfar til undirvísingina í kristni, har serligur dentur verður lagdur á at viðger...

Káin og Ábel
Káin og Ábel

Glærusavnið er ein mappa við 13 glærum í litum av listaverkunum í arbeiðsbókini til Káin og Ábel. Glærurnar er...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019