• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Kristni 5 - Næmingabók

Kristni 5 - Næmingabók
Útgávuár: 2012
ISBN: 78-99918-2-141-2

Jón Magnus Joensen hevur skrivað bókina Kristni 5, sum telur 198 blaðsíður. Bókin heldur fram, har hin fyrra, Kristni 4, slepti. Bókin til fimta flokk er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina góða og livandi breidd í lærugreinini.

Sum nakað nýtt er fremmandur átrúnaður eisini við í bókini, har vit læra um hátíðardagar í øðrum átrúnaðum enn bara tí kristna.

Bøkurnar fylgja námsætlanum fólkaskúlans, har dentur verður m.a. lagdur á tolsemi fyri øðrum átrúnaðum enn bara kristindómi. Bókin hevur tikið ein kapitul við um hátíðir úr øðrum átrúnaði enn kristindómi.

- Í so máta eru bøkurnar søguligar, tí fremmandur átrúnaður hevur ikki verið tikin við í grundbøkur í kristni á hesum floksstigi áður, sigur Jón Magnus.

Við støði í fjølbroyttum teksti og litføgrum myndum eru nógv Bíbliuevni og lívsevni at tosa um. Greitt verður frá skapanarverkinum, aðru grein í trúarjáttanini, Jesu fjallatalu, Faðirvár, lærusveinunum, kristnari og jødiskari páskahátíð, kirkjuligum tænastum, neyðini og hjálpararbeiði úti í heimi og kristnum sangi.

Eftir somu skipan sum í Kristni 4 læra vit um seks bíbilskar persónar miðskeiðis í bókini.

Kristni 5 greiðir eisini frá søgu Ísraels, har denturin verður lagdur á dómaratíðina og kongatíðina í Gamla Testamenti við nýteknaðum landakorti.

Hannis Egholm hevur teknað og sniðgivið bókina, sum Estra hevur prentað. Permumyndina, av børnum í heimabundnum troyggjum, avmyndaði Ingi Sørensen á gólvinum í Listaskálanum.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Jón Magnus Joensen
Tilfar:
  • » Bók
Kristni 5 - Arbeiðsbók
Kristni 5 - Arbeiðsbók

Um útgávuna: Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma í kristnikunnleika. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at...

Kristni 5 - Lærarabók
Kristni 5 - Lærarabók

Kunning:  ‘Kristni 5. Lærarabók’  er partur av bókaheild til kristnikunnleika í 5. flokki. Lærarabókin ger tað...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019