• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Kroppin

Komið og kannið

Kroppin
Útgávuár: 2008
ISBN: 978-99918-0-972-4

Kroppin Henda bókin er um kroppin. Hon er ætla at brúka í fyrsta flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit beinagrindina og hvussu kroppurin hjá okkum starvast. Vit kanna eisini hvussu vit verða til og hvønn týdning matur og svøvnur hevur, so vit orka at ganga í skúla. Martin Næs hevur týtt úr íslendskum og Spf Gramar hevur tillagað og umsitið prentingina. Bókin fæst í Bókamiðsøluni og í bókahandlunum.

Føroya Skúlabókagrunnur hevur samstarvað við íslendska Námsgagnastofnun innan talgilt undirvísingartilfar og vanligar bøkur. Fyrr eru talgild læruspøl løgd á heimasíðu grunsins og nú eru fýra bøkur týddar úr íslendskum, og klárar at brúka í yngstu flokkunum.

 

Bøkurnar eru partar av røðini Komið og kannið og snúgva seg um kroppin, bilin, køkin og rúmdina. Bøkurnar leggja upp til at næmingarnir læra seg at eygleiða úr einum virknum náttúrufrøðiligum sjónarhorni.

 

Í somu røð Komið og kannið er eisini ein upprunaføroysk bók gjørd. Hon er um føroyska landnámið og vendir sær til miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson hevur skrivað hendingaríku søguna um landnámið og Óli P hevur teknað við stuttligum penni.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Ragnheiður Hermannsdóttir
  • » Gunnhildur Óskarsdóttir
Køkin
Køkin

Henda bókin er um køkin. Hon er ætla at brúka í triðja flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit køkin og te...

Bilin
Bilin

Henda bókin er um bilin. Hon er ætla at brúka í øðrum flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit bilar, sum k...

Landnámið
Landnámið

Henda bókin er um landnámið. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson sigur okku...

Rúmdina
Rúmdina

Rúmdina Henda bókin er um rúmdina. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í náttúru og tøkni. Í bókini k...

Bein og vøddar
Bein og vøddar

Bein og vøddar lýsir bein og vøddar í kroppi okkara.

Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Het...

Eygað
Eygað

Myndatalva av eyganum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.

Sjey myndatalvur í røðini eru ko...

Oyrað
Oyrað

Myndatalva av Oyranum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.

Sjey myndatalvur í røðini eru ko...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020