• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Kular Røtur

Fløga

Kular Røtur
Útgávuár: 2005
ISBN: 99918-0-

Tvífløga, sum knýtir seg til sangbókina Kular Røtur, sum er útgáva við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Á nýggju sangbókini og tilhoyrandi fløgum, sum allar hava gylta permu, eru 29 sangir. Á bókini eru nótar og besiffringar. Edward Fuglø hevur hegnisliga myndprýtt hesa sermerktu útgávu, og soleiðis givið sangunum litir og lív. Ein væl egnað fløga og sangbók hjá børnum, ið ganga í skúla.

Til barnaárini hoyra sangur og tónleikur, eins og sól og fuglasongur eigur at vera um summarið og jól og kavamenn um veturin. Tí eru Kular Røtur eisini ein góð fløga hjá børnum, ið ganga í skúla. Børnini hava tikið óføra væl ímóti Kulu Rótunum.

Tíðin hevur víst, at sangir sum Hon er omma mín, Karin, Vera og Tey kalla meg Babe eru vorðnir fólkaogn. Flestu tekstirnir bera uppá rím, og í bókini eru løg til allar yrkingarnar uttan tvær, har orðini verða rappað.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava í felag givið út sangbókina Kular Røtur, sum knýtir seg til fløguútgávuna, sum Studio Pegasus stendur fyri.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Steintór Rasmussen
Tilfar:
  • » Fløga
Kular Røtur

Ein góð sangbók til fólkaskúlan

Nýggj sangbók við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019