• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Mállæra

Mállæra
Útgávuár: 1998
Bókasavnstal: 89.542
ISBN: 978-99918-0-122-3

Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um teknseting, orðasundurbýti, byrjanarbókstavir, ein listi er við rættskrivingarreglum og ein, ið sýnir, hvussu føroysk fólkanøvn bendast.

Á orðalistanum, sum er skipaður í bókstavarað og stendur aftan, eru dømini heldur fleiri enn færri, soleiðis at størri møguleiki er at finna júst tað orðið, leitað verður eftir. Sum uppískoyti er listin við fólkanøvnum, ið navnanevndin hevur evnað til, tikin við, dagførdur fram til september 1996. Bókin er hent handbók og stuðul bæði hjá fólkaskúlalærarum og elstu fólkaskúlanæmingum. Eisini átti hon at verið øllum teimum, sum arbeiða við føroyska málinum dagliga, ein hjálp.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Paulivar Andreasen
  • » Árni Dahl
Tilfar:
  • » Bók
An Introduction to Modern Faroese
An Introduction to Modern Faroese

Læribók í føroyskum, skrivað á enskum. Umframt mállæruna eru eisini lesistykki á føroyskum, og aftast í bókini...

Ein ferð inn í føroyskt
Ein ferð inn í føroyskt

Ein ferð inn í føroyskt, við undirheitinum eitt sindur um mállæru fyri leik og lærd, er grundbók í føroyskari ...

Stutt mállæra
Stutt mállæra

Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvu...

Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk
Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk

Til mállærubókina Stutt mállæra verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Hetta ...

Stutt mállæra. Svarlisti
Stutt mállæra. Svarlisti

Svarlisti til Stutta mállæru. Uppgávur til 8. flokk. Í svarlistanum eru 39 uppgávur, ið allar kunnu loysast vi...

Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk
Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk

Stutt mállæra er ætlað næmingum í 8. og 9. flokki. Í hesum heftinum, Uppgávur til 9. flokk, kunnu næmingarnir ...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019