• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Mandy on holiday - Lærarabók

Lærarabók

Mandy on holiday - Lærarabók
Útgávuár: 2006
ISBN: 978-99918-0-416-3

Mandy on holiday. Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar, um hvussu teir kunnu skipa sína undirvísing. Bókin viðger teir einstøku partarnar í lesibókini. Aftast í bókini eru uppskot um spøl. Lærarar velja tað burturúr, ið hóskar til teirra undirvísing.

Lærarabókin verður í fyrstu syftu ikki prentað, men koyrd í mappu og eisini løgd á heimasíðu grunsins, tí hon hevur ikki verið roynd í skúlunum enn. Tað er tí umráðandi at fáa viðmerkingar og uppskot um ábøtur frá lærarunum, sum royna bókina í undirvísingini. Hetta krevst fyri at menna undirvísingartilfarið.

Avritssíður eru til bókina. Tær verða lagdar út á heimasíðuna, og verða at finna í vinstra teigi á hesari síðuni, men eisini undir teldutøkum tilfari. Ætlanin er eisini frameftir at leggja ymist teldutøkt tilfar til enskundirvísingina út á heimasíðu grunsins, so hvørt hetta verður gjørt, og tí verður heitt á lærarar um at kunna seg á heimasíðuni um gongdina.

Mandy at home - Lærarabók
Mandy at home - Lærarabók

Aftur í ár bjóðar Føroya Skúlabókagrunnur eina spennandi nýggja bók í enskum Mandy at home, sum er undirvísing...

Mandy on holiday - Grundbók
Mandy on holiday - Grundbók

Føroyskt tilfar til enskundirvísingina.

Una Poulsen, lærari í Vestmanna, hevur skrivað og skipað tilfar til ...

Mandy on holiday - Sangir
Mandy on holiday - Sangir

Til læraran er gjørd fløga við sangunum úr lesibókini. Á fløguni eru 24 sangir, ið børn og vaksin syngja. Kend...

Mandy on holiday - Workbook
Mandy on holiday - Workbook

Arbeiðsbókin (the workbook) til Mandy on holiday. Í arbeiðsbókini eru uppgávur, har næmingurin kann venja og m...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019