Í Gamla testamenti lesa vit um Móses, sum var lóggevi, profetur og leiðari ísraelsfólks.
Umframt til heimligan hugna kunnu bøkurnar um Jesus og Móses í myndlistini brúkast í kristni og tilevning og í miðdeild fólkaskúlans, tað er frá 3. til 7. skúlaflokki. Bøkurnar kunnu eisini brúkast í lesing, føroyskum og donskum yvirhøvur til tess at læra seg at eygleiða ímyndir, súmbol og myndatalu.
Í Gamla testamenti lesa vit um Móses, sum var lóggevi, profetur og leiðari ísraelsfólks. Móses hevur sum fáur fingið rúmd í klassisku málningalistini. Tað prógva tær mongu hugtakandi myndirnar og søgurnar í bókini Móses í myndlistini. Eitt nú tá ísraelsfólk fara ígjøgnum Reyðahav, sum Frans Francken málaði, og tá Móses fær tey tíggju boðini, sum Rafael málaði fyri pávan, og ikki minst myndprýðingar Michelangelos í Sixtinska kapellinum í Vatikaninum í Rom, har vit síggja koparormin.
Bøkurnar um Jesus og Móses í myndlistini hevur Regin av Steinum týtt úr enskum. Birgir Kruse hevur í báðum førum havt ta fakligu viðgerðina um hendur.
Myndir, ímyndir og søgur úr Nýggja testamenti hava í øldir kveikt listafólk, og nøkur av heimsins størstu list...
Næmingabókin hevur 7 høvuðsevni, ið øll viðgera siðfrøði. Hetta er arbeiðsbók við uppgávum, bæði til bíbliutek...
Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt læraraheftið, har upplýsingar eru um bíbliutekstir, arbeiðsuppgávur o...
Hetta er nýtt og fjølbroytt tilfar til undirvísingina í kristni, har serligur dentur verður lagdur á at viðger...
Glærusavnið er ein mappa við 13 glærum í litum av listaverkunum í arbeiðsbókini til Káin og Ábel. Glærurnar er...