• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
Útgávuár: 2006
ISBN: 978-99918-0-365-4

Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn. Ætlanin er, at næmingarnir við egnum upplivingum og royndum skulu fáa betur fatan av tí, teir hava lisið og kannað sjálvir.

Næmingarnar skulu í náttúru og tøkni læra av sjálvir at kanna og gera royndir. Saman við fakligu frágreiðingunum í bókunum fáa teir betri innlit í lívsgrundarlagið hjá plantum, djórum og menniskjum og innlit í samspælið ímillum menniskju og náttúru.

Sólgerð Andreassen, lærari, hevur skrivað. Óli Petersen hevur myndprýtt. Nógvar fotomyndir eru í bókini, ið sera væl lýsa innihaldið í tekstinum. Myndirnar og tekningarnar hava støði í tí heimliga gerandisdegnum, men lýsa samstundis alheimslig fyribrigdi. Nú kann føroyski næmingurin lesa um náttúrufyribrigdi við dømum úr føroysku náttúruni.

Ymiskt er, hvussu nógv fakøkini (landalæru, lívfrøði og alis- og evnafrøði) eru umboðað til hvørt evnið. Tey einstøku fakøkini verða nýtt til tey evni, ið eru natúrlig fyri fakøkið.

Tilfarið til Náttúru og tøkini er samskipað á tann hátt, at sama evnið verður uppafturtikið fleiri ferðir. Tí skal næmingurin ikki fara í dýpdina við hvørjum evni fyrstu ferð, ið evnið kemur fyri, men so hvørt byggja á tað, ið hann frammanundan hevur lært. Undirvísingin kann eisini ganga frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga ella abstrakta.

Høvuðsevnini í grundbókini eru:

Jørðin við undirevnunum: Jarðfrøði, Uppruni Føroya, Ásland og Evni í undirgrundini

Síl og laksur við undirevnunum: Villur laksur og aling og Noreg

Fjøran við undirevnunum: Lív og lendi

Rúmdin og Jørðin við undirevnunum: Náttúrumáttur, Rúmdarferðir og USA

Havið við undirevnunum: Streymur, lív og botnur, Sjógvur og lív í havdýpinum, Fiskivinna, Bretland og Árland

Súgdjór við undirevnunum: Hvalur, tøkni og verja og Grønland

Gróður við undirevnunum: Plantur, trø og lendi, Kili og Eldlandið

Fuglur við undirevnunum: Bygnaður og búflyting

Fólk, sum hava brek við undirevnunum: Brek og tørvur

 

 

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Sólgerð Andreassen
Tilfar:
  • » Bók
Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næ...

Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019