• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Náttúrusøga. Dýr og plantur

Náttúrusøga. Dýr og plantur
Útgávuár: 2005
ISBN: 978-99918-0-332-6

Bókin er ætlað sum ein hent bók hjá teimum, sum vilja vita meira um tey einstøku dýrini og tær einstøku planturnar í Føroyum. Greitt verður frá, hvussu dýr og plantur liva, og hvar tey eru. Størri dentur verður lagdur á at lýsa tey einstøku dýrini og planturnar, heldur enn vistfrøðina.

Náttúrusøga. Dýr og plantur er ein ískoytisbók at taka til hjá lærarum og næmingum, sum sjálvir skulu finna sær tilfar fram. Bókin hevur eitt greitt og væl skipað innihaldsyvirlit, og aftast er eitt drúgt leitorðayvirlit. Ongar myndir eru tó í bókini.

Bókin byggir á tær tríggjar gomlu dýralærurnar. Men um tað mundið, tá ið hetta handritið var skrivað, vórðu lærugreinir sum lívfrøði grundleggjandi umskipaðar og gjørdust partur av nýggjari lærugrein, ið fekk navnið Náttúra og tøkni, og Skúlabókagrunnurin fór sum ein avleiðing av hesum undir útgávu av ikki bara høvuðsverkunum Náttúra og tøkni 1, 2 og 3, men eisini hópin av fjølbroyttum ískoytistilfari til nýggju lærugreinina.

Okkum vantar enn tilfar um føroysku náttúruna, eisini á ymsum torleikastigum. Vónandi kann henda bókin vera eitt íkast.

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Theodor Hansen
Tilfar:
  • » Bók
Viðkomandi tilfar:
Náttúrusøga. 8. skúlaár
Náttúrusøga. 8. skúlaár

Bókin er ætlað sum frálærutilfar í framhaldsdeildini. Bókin er skipað soleiðis, at fyrst verður greitt frá um ...

Føroya náttúra
Føroya náttúra

Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað best...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019