• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Pit Stop #5 - Topic Book

Pit Stop #5 - Topic Book
Útgávuár: 2014
ISBN: 978-99918-2-183-2

Tekstasavnið eitur Topic Book og verður altíð brúkt eftir leiðbeining úr Task Book.

Savnið er skipað í 6-7 eftir einum føstum leisti, t.v.s. tey verða lýst úr ymiskum sjónarhornum ígjøgnum eitt úrval av tekstum umboðandi ymisk tekstasløg. Hesi eru aftur býtt upp í “Basic Texts”, “Extra Texts” og “Wilbur’s World” ella “Tam’s Tricks”. Allir næmingar arbeiða við “Basic Texts”, sum eru eyðkendir við síni hvítu bakgrund í bókini. Til 6. og 7.flokk enda “Basic Texts” altíð við einum skaldskaparligum teksti, sum burturav er til at njóta og tískil ongar uppgávur hevur. “Extra Texts” umboða ískoytistekstir og hava altíð eina litta bakgrund. Hesir kunnu nýtast eftir tørvi og áhuga til antin næmingalagaða ella floksstýrda undirvísing. Felags fyri tekstirnar í røðini er, at teir fangandi fyri hvønn aldurbólk sær.

Eftir “Extra Texts” kemur “Wilbur’s World” í 6. og 7. flokki og “Tam’s Tricks” í 5., 8. og 9. flokki. Hesar eru skemtisøgur fyri allan flokkin, sum serliga leggja seg eftir at venja næmingarnar at lurta og skilja.

Kjarnuglosur eru á øllum síðunum. Harumframt eru eykað glosur fyri hvønn tekstin sær aftast umframt ein alfabetiskur glosulisti.

Allir tekstir eru eisini á fløgu sum mp3 fíla, (t.v.s. kann bert nýtast á teldu). Mp3 fílan er viðfest í Topic Book og umboðar ymiskar enska úttalu. Harumframt eru ymisk ljóðbrot eisini á heimasíðuni hjá Pit Stop.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Benthe Fogh Jensen
  • » Chris Carter
Tilfar:
  • » Bók
Pit Stop #5 - Eykað spælikort og borðspæl
Pit Stop #5 - Eykað spælikort og borðspæl

Leiðbeing til spølini er í Task Book og Teacher's Guide Educational Intentions.

Pit Stop #5 - Task Book
Pit Stop #5 - Task Book

Task Book er høvuðsbókin við fjølbroyttum uppgávum umboðandi ymiskar læruhættir. Hon vegleiðir samstundis, hvu...

Pit Stop #5 - Teacher's Guide
Pit Stop #5 - Teacher's Guide

Teacher’s Guide og er í tveimum. Onnur hevur undirheiti Educational Intentions og fevnir um nýtsluleiðbeining ...

Pit Stop #5 - Teacher's CD
Pit Stop #5 - Teacher's CD

Á lærarafløgunum eru allir tekstir og sangir, umframt ‘munnligir’ tekstir. Samanumtikið fyri allar árgangirnar...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019