• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Relativitetsástøði

Relativitetsástøði
Útgávuár: 2001
ISBN: 978-99918-0-211-4

Um aldaskiftið 1900 var granskarum greitt, at klassisk alisfrøði var komin til eitt vegamót. Tvær skakandi kollveltingar, sum síðan hava merkt alisfrøðina, vóru á veg. Tann fyrra var relativitetsástøðið, og hin seinna var kvantulæran.

Bókin er ætlað sum serevnalesnaður í alisfrøði í studentaskúlunum, har ið næmingar á hástigi plaga at lesa tvey ástøðilig evni.

 

 

 

Relativitetsástøðið var í tveimum. Serliga relativitetsástøðið sá dagsins ljós í 1905

og almenna relativitetsástøðið í 1916. Bókin viðger serliga relativitetsástøðið,

men almenna ástøðið verður tó umrøtt í stuttum.

 

Sambært relativitetsástøðinum er t.d. klassiska fatanin av tíð og rúmi ikki røtt. Longd er ikki bara longd - tað veldst um, hvørjari skipan eygleiðarin er í. Hugtakið longd er tískil ikki longur absolutt. Sama er við tíðarbilum. Tað, sum ein eygleiðari mátar at vara ávísa tíð, mátar ein annar at vara longur ella styttri - tað veldst alt um skipanina. Sjálvt tað, at tvær hendingar henda samstundis, er relativt. Tað, sum ein eygleiðari heldur vera samstundis, heldur ein annar eygleiðari ikki vera samstundis.

 

Bókin er ætlað sum serevnalesnaður í alisfrøði í studentaskúlunum, har

ið næmingar á hástigi plaga at lesa tvey ástøðilig evni. Í mong ár hevur annað evnið

verið relativitetsástøði Einsteins. Bókin kann vónandi eisini vera til gagns hjá fólki annars, sum hava áhuga fyri hesum evni.

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Pól Jespersen
Tilfar:
  • » Bók
Viðkomandi tilfar:
Alisfrøði og evnafrøði 3 - Næmingabók
Alisfrøði og evnafrøði 3 - Næmingabók

Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðar tekstir. Høvu...

Alisfrøði og evnafrøði
Alisfrøði og evnafrøði

Hettar er nýggj lærubók í alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið. Útgávan er ætlað til undirvísi...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019