• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Sálarfrøði - sBók

Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði

Sálarfrøði - sBók
Útgávuár: 2019
ISBN: 978-99918-2-376-8

Sálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði hevur 8 tættir:

Í fyrsta tátti, Sálarfrøði, almennur partur, verður sálarfrøði sum vísindaøki nærri lýst í høvuðsheitum. Talan er fyri ein part um eina søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Eisini verður komið inn á vísindahugsan meiri alment og ymisk vísindalig sjónarhorn, og nomið verður við týdningin av sálarfrøðiligum ástøði og sálarfrøðiligum kanningum.

Komið verður inn á psýkoanalýsuna, ein hugsan um menniskjað og sálarlív tess, og sum hevur havt avgerandi ávirkan á alla seinni sálarfrøði. Onnur rák, ið verða lýst eru m.a. behaviorisman og sonevnda humanistiska rákið.

 

Í øðrum tátti, Menningarsálarfrøði, verður farið inn á hugsanir, ið lýsa og greina menningareyðkenni frá gitnaði til deyða. Hugt verður nærri at spurninginum um, hvussu vit mennast sum menniskju, og í tí viðfangi verður vent aftur til nøkur av sjónarhornunum í almenna partinum um sálarfrøði.

Í triðja tátti, Ungdómur, verður serliga gjørt burtur úr ungdómsárunum. Við støði í menningarhugsanini í øðrum tátti verður nomið við nýggjari vitan og hugsanir um eyðkenni í ungdómsárunum.

Fjórði táttur fevnir um ymiskleikasálarfrøði: at vit eru ymisk og í hesum viðfangi eisini um tað, ið hevur við normalitet og sálarliga órógv av ymiskum slagi at gera.

Fimti táttur, Eitt felagssálarfrøðiligt sjónarhorn, viðger spurningar, ið felagssálarfrøðin arbeiðir við: hvussu er sínámillum ávirkanin millum okkum sum persónar, hini og umstøðurnar annars? Hvussu nógv eru vit stýrd, og í hvønn mun stýra vit, kunnu vit stýra? Er lýdni bert av tí góða?

Sætti táttur, Kognitión og nervalagssálarfrøði, nemur við kognitiv og nervalagssálarfrøðilig eyðkenni í menning og lívi okkara.

Sjeyndi táttur, Læra og lærustøður, viðger sálarfrøðiligt innihald, ið hevur við læru og lærustøður at gera.

Áttandi táttur, Persónsmenning, hevur við spurningar at gera, ið snúgva seg um, hvussu vit mennast sum teir persónar, vit eru. Hetta verður gjørt við einari heildarlýsing av teimum viðurskiftum, ið eru við til at menna okkum, sum tey vit eru.

Sálarfrøði fæst bæði sum sBók og sum pappírsbók.

 

 

 

 

 

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » Heri Kragesteen
Tilfar:
  • » Bók
  • » sBók
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019