• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Tónlæra 1

Næmingahefti

Tónlæra 1
Útgávuár: 2003
ISBN: 978-99918-0-303-6

Tónlæra 1 er ætlað 1. flokki (kanska 2. við) og fevnir um tað mesta, ið nevnt verður í lesiætlanini fyri tónleik í yngru flokkunum. Høvuðstættirnir í tónleikafrálæruni í fólkaskúlanum eru sangur, samanspæl, rørsla og tónlæra. Frálæran stendur ikki einsamøll, men verður knýtt at ymiskum tónleikavirksemi, bæði við ljóðførum, rødd og skapandi virksemi, sum fremur tónlistarligt hugskygni, royndir og tilvitsku.

Best er, um næmingaheftið verður brúkt sum einnýtisbók, tí gott er hjá yngstu næmingunum at sleppa at lita og at skriva í bøkurnar.

 

Innihaldið í Tónlæru 1 og 2 er m.a. at smíða løg, leggja til rættis og at improvisera. Tónatilfarið, sum nýtt verður, er avmarkað, at løgini ikki skulu verða ov torfør at spæla. Við at nýta eitt avmarkað tónatilfar ber betur til at leggja dent á at arbeiða við klangi og dýnamikki, leggja løgini til rættis fyri tey ymisku ljóðførini og at improvisera.

Á læraravegleiðingunum, sum eru til hvørt næmingahefti, eru arbeiðshættir og hugskot til hvørja næmingasíðu, og til Tónlæru 1, 2 og 3 eru fløgur við fylgispølum til allar venjingar og øll løgini.

P-fakskipan

Tónlæruheftini eru væl egnað í skúlum, har tónleikatímarnir eru skipaðir í p-fak. Tá hava næmingarnir í minni bólkum høvið at hava tónleik fleiri tímar um vikuna í eitt styttri tíðarskeið.

Tá ber ikki so væl til at siga, á hvørjum floksstigi heftini eiga at verða nýtt. Byrjar p-fakskipanin í 3. flokki, so er bara at byrja við Tónlæru 1 (2) tá.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Hans Henning Christiansen
Tilfar:
  • » Bók
Tónlæra 1 - Læraravegleiðing
Tónlæra 1 - Læraravegleiðing

Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld fylgispøl til sangir/samanspæl. Fløgan við fylgispælið, ið er af...

Tónlæra 2 -Læraravegleiðing
Tónlæra 2 -Læraravegleiðing

Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld fylgispøl til sangir/samanspæl. Fløgan við fylgispælið, ið er af...

Tónlæra 2
Tónlæra 2

Tónlæra 2 er ætlað 2. flokki (kanska 3. við) og fevnir um tað mesta, ið nevnt verður í lesiætlanini fyri tónle...

Tónlæra 3 - Læraravegleiðing
Tónlæra 3 - Læraravegleiðing

Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld fylgispøl til sangir/samanspæl. Fløgan við fylgispælið, ið er af...

Tónlæra 3
Tónlæra 3

Tónlæra 3 er ætlað 3. flokki (kanska 4. við) og fevnir um tað mesta, ið nevnt verður í lesiætlanini fyri tónle...

Tónlæra 4 - Læraravegleiðing
Tónlæra 4 - Læraravegleiðing

Tónlæra 4 er ætlað 4. flokki (kanska 5. við). Í læraravegleiðingina eru arbeiðshættir og hugskot til hvørja næ...

Tónlæra 4
Tónlæra 4

Tónlæra 4 er ætlað 4. flokki (kanska 5. við).

Hon er í fýra pørtum:

1. um løg, sum eru sett saman av ostin...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019