Skip to main content

Pit Stop og námsætlanin

Kjarnaøki

Talaða málið og skrivaða málið

Í Pit Stop arbeiða næmingarnir:

l einsæris

l par

l bólkaarbeiði

l í flokkinum.

Næmingarnir:

l lurta

l lesa

l skriva – orð og setningar, lýsing, rolluspæl, fyll inn, gita, ímynda.....

l kjakast

l gita

l meta um

l hyggja

l eftirmeta (metakognitión)

Mentan og samfelag

Dømi um tekstir, sum lýsa væl t.d. bretska og amerikanska samfelagið eru tekstinir í evninum Relationship í Pit Stop 9. Tekstirnir eru um ungdóm og ungdómslív, ið okkara næmingar kunnu samanlíkna seg við. Tekstirnir eru: brot úr skaldsøgum og stuttsøgum, kunnandi tekstur, filmur og sangur. Tekstirnir eru autentiskir, sostatt hoyra næmingarnir ymiskleika í enska málinum.

Málkunnleiki

Pit Stop mennir málkunnleikan hjá næmingunum ígjøgnum alt tilfarið sum heild og hevur eina induktiva tilgongd til mállæru fyri seg. Ein grundleggjandi munur er sostatt, at námsætlanin ásetur sjálva tilgongdina, hvussu næmingarnir skulu ogna sær málið, sum er ástøðilig, meðan Pit Stop brúkar discovery learning sum tilgongd fyri næmingarnar at røkka sínum málum.

Førleikamál

Støðisførleikar

At virða, samskifta, kanna og skapa eru væl umboðaðir í tekstunum og uppgávunum. Nógvar av uppgávunum eru beinleiðis cooperative learning uppgávur, har næmingurin lærir at virða, luttaka, lurta eftir hinum og at bíða til hansara túrur er. Uppgávurnar eru í stóran mun soleiðis skikkaðar, at fyri at loysa uppgávuna má næmingurin samskifta, kanna, ímynda sær og koma við onkrum boði.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir eftir 9. floksstig

· at málbera seg væl og rætt viðvíkjandi framburði, máltóna og orðavali.

· at fylgja við og vera við í samrøðu, ið fer fram á enskum um gerandislig og faklig evni

· at velja samrøðuhættir, ið styrkja førleikan at samskifta

· at skilja ímillum ymiska úttalu av enskum, t.d. millum enska og amerikanska úttalu

· at hava munnliga framløgu á enskum.

Skrivaða málið

Næmingurin dugir eftir 9. floksstig

· at lesa, skilja og greiða frá ymiskum tekstsløgum t.d. tíðindum, lýsingum, stuttsøgum, yrkingum, sangum og skaldsøgum

· at skriva ein tekst, ið hóskar til móttakaran, orða upplivingar, kenslur og vitan í samanhangandi skrivligum avriki

· at umseta úr enskum til føroyskt og øvut

· at skriva enskar fyrisagnir á hóskandi torleikastigi

· at nýta orðabøkur, alfrøðir, alnótina og aðrar miðlar og keldur

· at nýta teldu at samskifta og fáa sær vitan

· at nýta rættstavara

· einsæris ella saman við øðrum at nýta ymiskar margmiðlar til framløgur um ávís evni av verkligum ella listarligum slag.

Mentan og samfelag

Næmingurin dugir eftir 9. floksstig

· at útvega støðisvitan um virði og normar í enskttalandi londum

· at leggja fram um virði og normar við støði í tilfari, ið arbeitt hevur verið við um evni, har tilfarið er úr enskum skaldskapi, yrkisteksti, sangum, bløðum, filmum, sjónvarpi og alnótini.

Málkunnleiki

Næmingurin dugir

· at skyna mun á eintali og fleirtali (eftir 4. floksstig)

· at síggja, um talan er um nútíð, tátíð ellaframtíð (eftir 4. floksstig)

· at flokka orð í orðaflokkarnar, navnorð, sagnorð, lýsingarorð og kenniorð (bæði bundið og óbundið) (eftir 4. floksstig)

· at benda to be og to hava í nútíð og tátíð (eftir 6. floksstig)

· at benda reglulig og óreglulig sagnorð (eftir 6. floksstig)

· s í hvørsfalli og umskriving við of (eftir 6. floksstig)

· at stava rætt og seta teknini rætt, so at meiningin í setningunum verður týðilig (eftir 9. floksstig)

· at greiða frá muninum á some og any (eftir 9. floksstig)

· at greiða frá muninum á gerðsøgn og tolsøgn (eftir 9. floksstig)

· at flokka orð í allar orðaflokkar (eftir 9. floksstig)