Pesach á Jesu døgum
Jesus hátíðarhelt pesach. Tá ið hann var 12 ára gamal, var hann í templinum í Jerúsalem saman við foreldrum sínum. Her tók hann lut í ofring og øðrum jødiskum siðum.
Upprunaliga var pesach ein veitsla fyri grøði og landbúnað. Várið og frugtbæri var í hásæti, men seinni er søgan um útferð ísraelsfólk úr Egyptalandi sett í samband við høgtíðina. Á Jesu døgum vóru lombini flett og etin í templinum, men seinni fóru tey frá hesum, og siðbundna máltíðin varð hildin heima hjá familjunum.
Í synoptisku evangeliinum verður Jesus krossfestur eftir pesac, tí seinasta kvøldmáltíðin verður lýst sum ein seder-máltíð, men samb. Jóhannes verður Jesus krossfestur um somu tíð sum lambið varð ofrað, t.e. á pesach. Jóhannes leggur stóran dent á, at Jesus er sjálvt lambið, sum varð ofrað fyri okkara syndir.
Hugskot:
Lesið tekstin og/ella hyggið at filminum á folkekirken.dk, har Anni Albæk greiðir frá um páskalambið. Lesið eisini Sálm 22 og Jesaja 53, og tosið um, hvat tað vil siga at ofra. Næmingarnir kunnu prýða stovuna við páskalombum. T.d. við avritssíðu úr Vinir mínir og eg 3.
Seder máltíðin
Maturin, ið verður gjørdur til páskamáltíðina, ímyndar ymiskt frá tíðini í trældóminum í Egyptalandi. Páskamáltíðin er kjarnin í hátíðarhaldinum. Hon fylgir skrivaðum reglum, har eisini verður greitt frá, hvussu tað var, tá ið tey vóru í trældómi, og hvussu tey flýddu. Søgan verður endurgivin, meðan máltíðin verður hildin.
Á páskatalerkinum, seder, er:
Lambsbein - at minnast blóðið á durastavunum
Harðkókað egg - tekin um nýtt lív
Grønmeti - tekin um vár
Beiskt grønmeti - ímyndar harðan trældóm
Knústar nøtur, súrepli o.a. - ímyndar søtt frælsi og litin á mørtli trælirnir brúktu at gera múrsteinar við
Ósúrgað breyð - at minnast breyðið jødarnar máttu gera í skundi áðrenn tey fóru avstað
Hugskot:
Fái onkran á gátt at tosa um Ísrael og pesach. Seti tykkum t.d. í samband við felagið Ísraelsmissiónin ella felagið Føroyar-Ísrael.
Tosið um týdningin av at hava ymsar siðir. Hví hava menniskju siðir?
Bólkaarbeiði um ímyndir, 3-4 næmingar í hvørjum bólki. Bið næmingarnar finna uppá teirra egnu minnismáltíð, sum ímyndar ymiskar hendingar frá einari vanligari føroyskari høgtíð, t.d. jólum, páskum ella føstulávint.
Slóðir: