Útbreiðsla: Blálaksur er í Davisfirði og við Nýfundland til Antarktis. Í Eysturgrønlandi, undir Íslandi og Føroyum, vestan fyri Bretsku Oyggjarnar. Suður til Vestur- og Suðurafrika. Eisini í Kyrrahavinum.
Blálaksur (blálaksaættin)
Bathylagus euryops
Goode & Bean, 1896
Stødd: Blálaksur verður upp í umleið 20 cm langur.
Dýpi: Hann er uppi í sjónum úti á djúpum vatni. Sigst at vera úr 20 metra dýpi niður á 1500 metra dýpi.
Litur: Hann er bláligur, myrkur um høvdið, blásvartur um kjálkarnar.
Teinar: R 11-13; G 16-19.
Lýsing: Blálaksur er eitt sindur bleytur at føla. Kropshæddin er størri enn breiddin. Hægstur er hann um nakkan og lækkar líðandi aftureftir.
Hann hevur smáar fjaðrar, eina ryggfjøður, ið situr beint frammanvert miðjan fiskin, eina fitifjøður aftur móti klingruni. Uggafjaðrarnar sita niðast á uggunum. Búkfjaðrarnar sita um miðjan fiskin. Gotfjøðurin er rættiliga long, er hægst framman, lækkar aftureftir. Hann hevur lítlan stert, nakað sýldur og stóra roðslu.
Høvdið er lítið, umleið eins høgt, og tað er langt. Hann hevur stór eygu. Táknaopini eru smá og koma umleið hálvan vegin upp frá øsinum móti strikuni. Hann hevur lítlan og upprendan kjaft fremst á gronini, kjaftarnir eru javnir.
Eyðkenni: Stóru eyguni fremst á gronini og lítli kjafturin.
Týdningur: Blálaksur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Sortsmelt, en: Goitre blacksmelt, fr: Garcette-goitre, ís: Blálax - Skjár