Útbreiðsla: Undir Føroyum er hann fingin tvær ferðir vestur av Ymirrygginum. Annars er hann úti fyri Marokko, men sjáldsamur úti fyri Vesturevropa og Suðurafrika. Hann er við Vesturindiaoyggjarnar. Hann er eisini fingin í Indiahavinum, Nýsælandi og Suðuravstralia.
Brosmubendil (bendlafiskaættin)
Brotulotaenia crassa Parr, 1934
Stødd: Brosmubendil verður í minsta lagi 80 cm, helst eisini 85 cm langur.
Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur á djúpum vatni úr 800 metrum niður á í minsta lagi 2650 metrar.
Litur: Hann er viólbláur, gráligur um allan kroppin.
Lýsing: Brosmubendil er langur og klænur fiskur. Hann er væl hægri, enn hann er breiður, hann hevur bendilsskap. Eina langa ryggfjøður av nakkanum í stertin og eina langa gotfjøður frá gotinum aftur í stertin. Hann hevur heilt lítlan stert og smáar uggafjaðrar, ongar búkfjaðrar. Høvdið er heldur lítið, við smáum eygum. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Hann hevur smáar, spískar tenn.
Fiskurin er bleytur og liðiligur at føla.
Eyðkenni: Liturin. Kropsskapið við tí heldur lítla høvdinum og lítla stertinum.
Týdningur: Brosmubendil hevur ikki vinnuligan týdning.
en: Blue cusk eel – Violet cuskeel ís: Svartskoltur