Útbreiðsla: Í føroyskum sjógvi er hann fingin á Íslandsrygginum nakrar ferðir. Er annars fingin við George Banka, í Grønlandi, Íslandi, suður móti Spania og í Guineavíkini.
Drymbingur (drymbingaættin)
Thalassobathia pelagica Cohen, 1963
Stødd: Drymbingur verður í minsta lagi upp í 30 cm langur.
Dýpi: Heldur seg uppi í sjónum á djúpum vatni niður á einar 700 m. Við Íslandsryggin er hann fingin uppi í sjónum millum 420 m og 575 m.
Litur: Heilt dimmur, myrkabrúnur, mest sum svartur. Sjávaður úr troli er hann myrkabrúnur.
Teinar: R 72-79; G 58-65; U 22-29; B 2.
Lýsing: Kroppurin er smalur og høgur, hægstur um miðjar uggafjaðrar. Høvdið er lítið, um 21% av heildarlongdini, er líka høgt sum langt, rundligt framman. Fremst er gronin beint upp og niður, og hon er styttri enn eygnatvørmátið. Eyguni eru um 25-26% av høvuðlongdini. Lítlan kjaft, ið kemur væl aftur um eyguni. Nógvar smáar og hvassar tenn. Eina langa ryggfjøður, ið byrjar yvir uggafjøðurini. Eina langa gotfjøður, ið er frá gotinum, báðar nakað lágar. Tær renna saman aftast í spíss á sporlsendanum. Stuttar, men breiðar uggafjaðrar. Fremst og niðast undir øsinum eru tær báðar smáu búkfjaðrarnar. Tvær strikur, onnur oman fyri uggafjøðurina og aftur á hálvt sporlið, hin frá klingruni fram til omanfyri gotið. Nakað búksíður fiskur.
Eyðkenni: Strikurnar. Ongan stert, liturin og skapið. Smáu búkfjaðrarnar.
Týdningur: Ikki vinnuligan týdning.
da: Pelagisk brosmekvabbe, en: Pelagic brotula, ís: Drumbur