Útbreiðsla: Í Davisfirði og sunnan fyri ryggirnar Grønland- Skotland suður til Kanariuoyggjarnar. Tað er eisini í Miðjarðarhavinum. Undir Føroyum er tað út av bankunum vestanfyri.
Gúnters langasporl (langasporlsættin)
Coryphaenoides guentheri
(Vaillant, 1888)
Stødd: Tað verður í minsta lagi 50 cm langt.
Dýpi: Tað er úr 830 m niður á 2830 m.
Litur: Tað er brúnligt. Inni í kjaftinum og inni í táknaholunum er tað dimmari.
Teinar: R1 11-12; U 19-21; B 7-8.
Lýsing: Gúnters langasporl hevur stutt og nakað kubbut høvd og langt sporl, sum mjækkar aftur í sporlsendan. Tjúkkast er tað um uggafjaðrarnar. Tað hevur tvær ryggfjaðrar. Fremra er høg og stutt, stendur fremst á bakinum og er smátent framman. Aftara ryggfjøður hevur sera lágar teinar og er væl leys frá teirri fremru. Hon endar aftast á sporlinum, har hon rennur saman við gotfjøðurina í ein spíss. Tað hevur ikki stert. Uggafjaðrarnar eru heldur fremri enn fremra ryggfjøðurin. Búkfjaðrarnar eru eitt vet aftari.
Gúnters langasporl hevur harðan, spískan trant, við hørðum, tindutum roðslum oman fyri hvassa kantin eftir kjálkunum. Eingin roðsla er undir høvdinum. Tað hevur lítla finnu, upp í hálvt eygnatvørmát. Tað hevur lítlan kjaft, kjaftklovin kemur ikki aftur mitt undir eygað. Tað hevur stór eygu.
Eyðkenni: Tað er smátent framman á fremru ryggfjøður, sera langa sporlið, mjáa skapið og stutta gronin.
Týdningur: Gúnters langasporl hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Günther’s skolæst, en: Günther’s grenadier, ís: Ingólfshali