Skip to main content

Útbreiðsla: Hon er vestan fyri Írland, vestur um Atlantshav til Cape Cod og kalda havið, ið er norðan fyri tað. Sløðist inn í Norðsjógvin og Skagerrak. Eisini við Suðurafrika. Rættiliga vanlig allastaðni á djúpum vatni undir Føroyum.

Hákelling (svøvnhávaættin)
Somniosus microcephalus
(Bloch & Schneider, 1801)

Stødd: Hákelling verður í mesta lagi upp í 6,5 m, onkur sigur 7,3 m, men vanliga er hon undir Føroyum um 2 til 4,5 m.

Dýpi: Hon er vanliga millum 200 og 600 m. Í Arktis er hon bæði í vatnskorpuni, nær landi og annars heilt niður á 1200 m dýpi ella djúpari.

Litur: Hon hevur skiftandi litir, ofta flekkut brún-svørt, men eisini einlitt grálig. Viðhvørt eru veik, myrkt litt bond av bakinum niður á síðurnar. Hon er hvít inni í kjaftinum og í búkholuni.

Lýsing: Hákelling hevur tvær smáar píkaleysar ryggfjaðrar. Tann fremra situr umleið mitt á kroppinum, yvir gloppinum millum uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar. Hon hevur upprendan stert. Høvdið er stutt og bøllut við stórum kjafti. Gronin er tjúkk og mest sum rund. Tenninar í yvirkjaftinum eru smáar, hvassar, tvíeggjaðar, skeivar og standa í fleiri røðum. Í undirkjaftinum eru tenninar breiðar og so skeivar, at bitið verður við tannsíðuni. Andahol er oman fyri og aftan fyri eygað. Eyguni eru smá og rund og sita uppi yvir tí fremsta av kjaftinum. Hon er deydaslig, svøvnut, brestist vanliga ikki.

Eyðkenni: Smáar hákellingar kennast frá ymsum øðrum hávasløgum, við tað at tær hava hvørki píkar ella gotfjøður. Annars er støddin á vaksnum hákellingum ofta ein góð ábending um, hvør fiskurin er.

Týdningur: Nakað verður veitt av hákelling ymsastaðni, men hon hevur lítlan vinnuligan týdning hjá okkum.

da: Grønlandshaj – havkal, en: Greenland shark, fr: Requin du Groenland, ís: Hákarl, no: Håkjerring, tý: Grönlandhai – Eishai

SkrubbhávarSqualiformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.

Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:

  • Hávaættin (Squalidae)
  • Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
  • Ljóshávaættin (Etmopteridae)
  • Svøvnhávaættin (Somniosidae)
  • Hornhávaættin (Oxynotidae)
  • Brandhávaættin (Dalatidae)

Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.

Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.