Skip to main content

Útbreiðsla: Havállur er á Suðurlandinum í Íslandi, undir Vesturnoregi, í Skagerrak og Kattegat, í Norðsjónum og suður til Senegal. Í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum. Er eisini mitt úti í Atlantshavinum á tindum og bankum. Undir Føroyum sæst hann av og á, bæði innarlaga og uttarlaga.

Havállur (havállaættin)
Conger conger (Linné, 1758)

Stødd: Havállur verður upp í næstan 3 metrar til longdar.

Dýpi: Botnfiskur út á í minsta lagi 300 m.

Litur: Havállur er meira og minni myrkagráur ella morgráur um bakið. Síðurnar og búkurin eru ljósari. Poknurnar í strikuni eru hvítligar. Ryggfjøður og gotfjøður hava dimman kant. Hesin kanturin er ikki so sjónligur á gotfjøðurini.

Lýsing: Hann er langur og mjáur, í skapi mest sum vanligur állur. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, báðar langar og lágar, smáar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar. Táknaopini eru beint framman fyri uggafjaðrarnar.

Aftari endi á uggafjøðurini kemur, ella kemur næstan, aftur undir fremra enda á ryggfjøðurini. Hann hevur ljósa striku.

Eyðkenni: Á haválli røkkur uggafjøðurin næstan aftur til ryggfjøðurina. Havállur hevur hvørki búkfjaðrar ella stert.

Týdningur: Hann er virðismikil matfiskur í Evropa. Undir Føroyum fæst so lítið av honum, at hann hevur ikki nevniverdan týdning.

da: Havål, en: Conger eel, fr: Congre, ís: Hafáll, no: Havål, tý: Congeraal-Meeraal