Útbreiðsla: Undir Føroyum er hon á landgrunninum og á Føroyabanka. Hon er runt Bretsku Oyggjarnar, frá Bretagne, norður til Novaja Semlja og Bjarnoynna. Hon er undir Íslandi og Grønlandi, í Norðsjónum og í vestara parti av Eystarasalti.
Havnebbasild (nebbasildaættin)
Ammodytes marinus Raitt, 1934
Stødd: Havnebbasild verður upp í umleið 25 cm long.
Dýpi: Hon er út á umleið 150 m dýpi.
Litur: Havnebbasild er grønblá um bakið, blá um síðurnar og silvurhvít undir búkinum. Á høvdinum er skarpt mark millum tað myrka ovari og tað ljósa niðari.
Teinar: R 56-63; G 29-33.
Lýsing: Havnebbasild hevur langan og klænan kropp, langt og spískt høvd, rundligan tvørskurð. Hon hevur eina langa ryggfjøður, ið byrjar frammarlaga á bakinum og kemur næstan aftur í klingruna. Hon hevur eina gotfjøður, ið er helvtina so long sum ryggfjøðurin og gongur líka langt aftur. Endin á uggafjøðurini kemur aftur undir fremra enda á ryggfjøðurini. Roðsla er um allan kroppin. Havnebbasild verður greind frá lítlu nebbasild m.a. á tí, at roðslan undir búkinum er fløkjaliga sett, ikki í beinum røðum, og at hon kemur ikki aftur á stertarótina. Sterturin er sýldur. Hon hevur ikki búkfjaðrar. Yvirkjafturin kann skjótast fram. Hon hevur ikki spískar tenn í gómanum.
Eyðkenni: Hon hevur ikki svartan blett við nasagluggarnar. Uggafjøðurlongd. Roðslan er ikki aftur á stertin og er óregluliga sett undir búkinum.
Týdningur: Í Føroyum hevur hon ikki havt vinnuligan týdning, men aðrastaðni verður hon nógv veidd.
da: Havtobis, en, Lesser sandeel – Launce, fr: Lançon equille, ís: Marsíli, no: Havsil, tý: Kleiner Sandaal - Tobis