Útbreiðsla: Hann er á leiðunum úr Eysturgrønlandi, sunnan fyri ryggirnar Grønland/ Skotland, til Marokko og Guineavíkina. Hann er í Davisfirði, í Vesturatlantshavinum, í Kyrrahavinum og Indiahavinum í flógvum sjógvi. Hann er út av Ytrabanka og Lúsabanka.
Høvuðlítli angarfiskur (angaættin)
Searsia koefoedi Parr, 1937
Stødd: Høvuðlítli angarfiskur verður upp í 15 cm langur.
Dýpi: Hann er úr 450 m niður á 1500 m.
Litur: Hann er javnt dimmur, morsvartur.
Lýsing: Kropshæddin á høvuðlítla angarfiski er um tvær ferðir breiddina. Hann hevur lítið høvd, um 25% av standardlongdini. Hann hevur stór eygu, sum sita frammarlaga, lítlan kjaft, ið kemur aftur undir hálvt eygað, og stutta gron. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru smáar. Hann hevur eina ryggfjøður, ið er eins stór og gotfjøðurin. Hesar báðar fjaðrarnar sita aftanvert miðjan kroppin, gotfjøðurin er eitt vet aftari. Hann hevur sýldan stert. 4 ljósgøgn eru hvørjumegin ‘kjølin’, frá búkinum til afturkantin á gotfjøðurini. Aftast undir klingruni eru eisini tvey ljósgøgn. Ein lítil angi er beint oman fyri hvørja uggafjøður.
Eyðkenni: Fiskastøddin og ljósgøgnini, kjaftbeinið, høvuðstøddin og lítli angin.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Koefoeds skulderlysfisk, en: Koefoeds searsid, ís: Ægisangi, tý: Silberbeil