
Útbreiðsla: Huldukrutt fæst av og á eystan fyri, sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Annars er tað í hellingunum frá Útnyrðingsafrika, fram við Evropa, um Føroyar og Ísland til Eysturgrønlands og Vesturgrønlands. Tað er eisini við eysturstrond Norðuramerika, frá North Carolina til Labrador.

Huldukrutt (huldukruttaættin)
Cottunculus thomsonii (Günther, 1882)
Stødd: Huldukrutt verður upp í 45 cm langt.
Dýpi: Tað er úr 100 metrum niður á 1600 metra dýpi.
Litur: Tað er grábrúnligt.
Litirnir eru kámir. Fjaðrarnar eru ofta heldur dimmari enn kroppurin.
Teinar: R VI + 14-17; G 13; U 18.
Lýsing: Huldukrutt er høvuðstórur fiskur, høvdið er um 30% av heildarlongdini. Hægst er huldukrutt fremst á bulinum, mjækkar aftureftir, og klingran er kløn. Tað hevur stór eygu ovarlaga í heysinum, lítlan kjaft, og kjaftklovin er týðiliga frammanvert eyguni. Huldukrutt hevur slætta skræðu og er roðsluleyst. Ein-tveir naddar eru við eyguni og tveir á nakkanum. Tað hevur eina ryggfjøður, av nakkanum aftur í klingruna og eina gotfjøður, frá gotinum aftur í klingruna, báðar eru lágar framman og hægri aftan. Huldukrutt hevur stórar uggafjaðrar, sum røkka umleið aftur á hálvan fiskin, smáar búkfjaðrar og stóran, mjáan stert.
Eyðkenni: Kámi liturin. Stóra høvdið. Ulkuskapið, fáu píkarnir og slætta skræðan.
Týdningur: Huldukrutt hevur ikki vinnuligan týdning.
en: Pallid sculpin, fr: Cotte blême, ís: Tómasarhnýtill