Skip to main content

Útbreiðsla: Jensenshávur fæst vestur av Føroyabanka og har um leiðir. Annars frá Hebridunum, á Suðurlandinum í Íslandi og úti á Reykjanesrygginum, suður til Asoroyggjar.

Jensenshávur (reyðhávaættin)
Galeus murinussteps to write a essay thesis writing for hire homework being banned mba paper writing services (Collett, 1904)

Stødd: Jensenshávur verður í minsta lagi 63 cm langur. Vanlig stødd vestur av Føroyabanka er um 45 cm.

Dýpi: Hann hevur verið veiddur úr 380 m niður á 1200 m dýpi.

Litur: Hann er gráur, ljósamorgráur á bakinum, ljósgráur undir búkinum. Forkanturin á fjaðrunum er dimmur og bakkanturin næstan hvítur. Táknarivurnar og kjafturin eru dimt viólblá/svørt.

Lýsing: Jensenshávur er smidligur fiskur. Kroppurin er hægstur frammanvert gotið. Høvdið er um 18% av heildarlongdini. Gronin er fløt, kjafturin nógv bogin. Hann hevur smáar, hvassar tenn. Eyguni eru umleið 25% av høvuðlongdini.

Hann hevur tvær smáar ryggfjaðrar. Fremri kanturin á fremru ryggfjøðurini er á miðjum fiski og aftara fjøðurin beint framman fyri klingruna. Hann hevur langan
stert við smáum píkum á yvirkantinum og eina langa fjøður undir stertinum. Sterturin vísir mest sum beint aftur úr rygginum, erikki upprendur.

Makaðu fjaðrarnar eru stuttar og breiðar. Hann hevur eina gotfjøður, har fremri endi er undir miðjum gloppi millum ryggfjaðrarnar og aftur til afturendan á aftara ryggfjaðrafestinum. Beina strikan gongur ovarlaga á síðuni, úr nakkanum aftur í stertin, har hon verður bend niður á stertin. Andahol aftan fyri eyguni.

Eyðkenni: Í skapi er hann sum ringhávur, lágur og langur. Munur teirra millum er m.a. liturin, og at tær aftastu fjaðrarnar á jensenshávi koma ikki aftur til stertin. Forendin á fremru ryggfjøðurini er mitt á fiskinum. Gotfjøðurin er long og lág.

Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.

ES: Íslendski fiskifrøðingurin Bjarni Sæmundsson navngav henda hávin eftir frama danska djórafrøðinginum Adolf S. Jensen.

en: Mouse catshark, fr: Chien islandais, ís: Jensensháfur

EygnalokshávarCarcharhiniformes

Hesin hópurin hevur 8 ættir við um 49 slektum og 224 sløgum.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir, við 6 slektum og 7 sløgum:

  • Reyðhávaættin (Scyliorhinidae)
  • Kambhávaættin (Pseudotriakidae)
  • Slætthávaættin (Triakidae)
  • Bláhávaættin (Carcharinidae)

Hesin er tann talríkasti av hávahópunum.

Eygnalokshávarnir hava fimm táknaop, har tey aftastu eru oman fyri uggafjaðrarnar.

Eina gotfjøður, tvær píkaleysar ryggfjaðrar. Teir hava eygnalok (blinkhinnu), summir bert lutvíst. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Nakrir hava andahol.

Teir liva bæði á djúpum vatni og á grunnum og eru bæði við botnin og uppi í sjónum.