Skip to main content

Útbreiðsla: Laksastyrja fæst av og á í føroyskum sjógvi, er annars um alt Atlantshavið. Hon er eisini í Miðjarðarhavinum. Í Kyrrahavinum frá Aleutoyggjunum til Nýsælands og í Indiahavinum.

Laksastyrja (laksastyrjuættin) 
Lampris guttatus (Brünnich, 1788)

Stødd: Laksastyrja verður upp í umleið 200 cm long.

Dýpi: Hon er uppi í sjónum á 100 m niður á 400 m dýpi.

Litur: Laksastyrja er serliga litfagur fiskur. Hon er myrkablá um bakið, grønlig um síðurnar. Búkurin hevur silvur-, gull- og korkalittan farra. Fjaðrarnar eru reyðar. Hvítligir blettir eru óregluliga um allan kroppin.

Lýsing: Sæddur inn á síðuna er fiskurin at kalla eggrundur. Sæddur frammanífrá er hann høgur og tunnur. Laksastyrja hevur eina ryggfjøður, ið er sera hávaksin fremst og javnt lág aftur í klingruna. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru ógvuliga langar og rættiliga smalar, og uggafjøðurin situr umleið mitt uppi á síðuni. Gotfjøðurin er lág og long og kemur aftur til klingruna. Sterturin er stórur og nógv sýldur. Høvdið er høgt, og eyguni eru rættiliga stór. Kjafturin er lítil, og hon er tannleys. Hon hevur lítið undurbit. Strikan er heilt nógv bogin oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur smáar roðslur.

Eyðkenni: Laksastyrja kennist lættliga á litunum og kropsskapinum.

Týdningur: Laksastyrja er hjáveiða í ymsum fiskiskapi, men hjá okkum bert so hissini.

da: Glansfisk, en: Opah, fr: Opah, ís: Guðlax, no: Laksestørje, tý: Gotteslachs

FagurfiskarLampriformes

communication dissertation topics example of executive summary for business planHópurin hevur 7 ættir, 12 slektir og 21 sløg.

Av teimum eru undir Føroyum 3 ættir við 3 slektum og 3 sløgum:

  • Laksastyrjuættin (Lampridae)
  • Silvurkalvaættin (Trachpteridae)
  • Sildakongaættin (Regalecidae)

Tey sløgini, ið eru við Føroyar, eru stórir fiskar við reyðum fjaðrum.

Ein er fagurlittur, mest reydligur um kroppin, nakað køggutur og høgvaksin, hinir báðir eru langir, smalir og silvurskínandi. Fiskarnir úr hesum hópinum síggjast sjáldan við Føroyar, og onkur teirra er yvirhøvur sera sjáldsamur.

Bert bleytar teinar í fjaðrunum. Fagurfiskar eru um øll høv.