Útbreiðsla: Leysikjaftur er sunnan fyri Hvarvið, í Grønlandsfirði, undir Íslandi og á Íslandsrygginum vestur móti fiskimarkinum. Í Atlantshavinum annars suður á umleið 40°S. Í Kyrrahavinum og Indiahavinum, men er ikki fingin í arktisku og antarktisku høvunum, og er ikki í Miðjarðarhavinum.
Leysikjaftur (ljósfiskaættin)
Malacosteus niger Ayres, 1848
Stødd: Leysikjaftur verður upp í 24 cm langur.
Dýpi: Hann er undan vatnskorpuni niður á 2500 m.
Litur: Hann er svartur og roðsluleysur.
Teinar: R 16-21; G 18-23; U 6.
Lýsing: Leysikjaftur hevur stóran kjaft, mestsum alt høvdið er kjaftur, og upplatin er høvdið púra avskeplað. Hann hevur stórar tenn, smá eygu fremst á gronini. Reytt ljósgagn er undir eygunum, og eitt ljóst grønligt aftur frá eygunum. Annars eru smá ljósgøgn um stóran part av fiskinum, men ikki á fjaðrunum. Aftast á sporlinum er ein ryggfjøður. Gotfjøðurin er líka stór sum ryggfjøðurin og situr beint undir henni. Búkfjaðrarnar eru beint aftan fyri miðjan fiskin, langar og smalar. Uggafjaðrarnar eru minni enn búkfjaðrarnar, eisini nakað langar og smalar. Hann hevur lítlan og sýldan stert. Hann hevur ikki finnu.
Eyðkenni: Ógvisligi kjafturin, spísku tenninar og reyðu ljósgøgnini við eyguni.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Smalkæbefisk, en: Stopligth loosejaw, fr: Drague à godet, ís: Kolbíldur