Útbreiðsla: Lítliglámur er sunnan fyri ryggirnar Grønland/Skotland og er fingin beint sunnan fyri føroyska sjómarkið umframt á Íslandsrygginum. Hann er annars við Suðurafrika, í Indiahavinum og Kyrrahavinum.
Lítliglámur
Xenodermichthys copei (Gill, 1884)
Stødd: Lítliglámur verður ikki longri enn 20 cm.
Dýpi: Hann er á 100 m, niður á 2650 m dýpi, vanliga í hellingunum.
Litur: Hann er svartur.
Teinar: R 27-31; G 26-30.
Lýsing: Lítliglámur er lítil fiskur, tjúkkastur um uggafjaðrarnar. Høvdið er minni enn 1/3 av standardlongdini. Gronin er stutt og kubbut. Eygnatvørmátið er longri enn gronin. Yvirkjafturin kemur inn mitt undir eyguni. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Tær sita afturi á sporlinum. Hann hevur ikki roðslu. Nógv heilt smá ljósgøgn eru óregluliga runt á fiskinum.
Eyðkenni: Liturin, stutta gronin og stóru eyguni.
Týdningur: Lítliglámur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Kortsnudet glathovedfisk, en: Bluntsnout smooth-head, ís: Bersnati