Útbreiðsla: Ljósa silvurøks er um øll flógv høv. Hon er undir Grønlandi og Føroyum til Suðurafrika og vestara part av Miðjarðarhavinum, sløðist til Íslands. Hon er frá New Jersey til Argentina. Er eisini í Indiahavinum og Kyrrahavinum. Undir Føroyum er hon fingin m.a. á Fugloyarbanka og suður av Munkagrunninum.
Ljósa silvurøks (silvurøksættin)
Argyropelecus hemigymnus Cocco, 1829
Stødd: Ljósa silvurøks verður upp ímóti 4 cm.
Dýpi: Hon er uppsjóvarfiskur úr 50 m niður á 800 m. Hon er eisini inni á landgrunninum, møguliga við botnin.
Litur: Hon er dimm um bakið, silvurlitt um síðurnar og glær um sporlið við tveimum dimmum bondum um sporlið. Hon hevur ljósgøgn undir búkinum og á sporlinum. Ljósgøgnini eru perlumóðurlitt.
Teinar: R 8; U 10-11; B 6; G1 6; G2 5.
Lýsing: Ljósa silvurøks hevur stuttan, tunnan og høgan bul. Høvdið er stórt, og kjafturin er upprendur. Rørdánað eygu, ið venda beint uppeftir. Sporlið er nakað langt og klænt. Ryggfjøðurin er fremst á sporlinum. Hon hevur lága fitifjøður á sporlinum. Uggafjaðrarnar eru niðast undir kápuni. Gotfjaðrarnar eru tvær. Hon hevur sýldan stert. Týðilig ljósgøgn eru undir búkinum og niðast á sporlinum.
Eyðkenni: Skapið minnir um ein lítlan rukolykil, bulurin og høvdið eru lyklahandfangið. Hon er svørt, silvurlitt og glær. Hon hevur høgt og flatkroyst kropsskap og tvørbond um sporlið.
Týdningur: Ljósa silvurøks hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Halvnøgen sølvøkse, en: Hatchet fish, ís: Suðræni silfurfiskur, no: Flekket perlemorsfisk