Skip to main content

Útbreiðsla: Í Barentshavinum, Hvítahavinum og suður til Skagerrak. Við Jan Mayen, undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Í Vesturgrønlandi og í Hudsonflógvanum, suður í Mainevíkina. Í Beringshavinum og suður til Korea og Oregon. Lodna gongur onkuntíð í torvum í føroyskum sjógvi norðanfyri, men annars sløðast einstakar eisini inn á firðirnar. Lodnuyngul er javnan at síggja í føroyskum sjógvi.

Lodna, Lodnasild
Mallotus villosus
(Müller, 1776)

Stødd: Lodna verður upp í 23 cm long.

Dýpi: Hon gongur í torvum uppi í sjónum, úr vatnskorpuni niður á 300 m, djúpast um dagin. Hon gýtir við botnin úr 2 niður á 100 metra dýpi.

Litur: Lodna er gul-grøn um bakið. Síðurnar eru blankar, og ein myrk strika er ovarlaga eftir síðunum. Ungir fiskar eru næstan litleysir, gjøgnumskygdir.

Teinar: R 10-14; G 16-23; U 16-20; B 9.

Lýsing: Lodna er mjávaksin fiskur, javnt høgfrá høvdi til got. Hon hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum. Hon hevur eina fitifjøður, festið er minst 1,5 ferðir longri enn hæddin. Hon hevur eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar sita mitt á fiskinum, undir fremra enda á ryggfjøðurini. Uggafjaðrarnar eru heldur stórar og eru niðarlaga á uggunum. Kynini bæði hava eitt sindur ymiska útsjónd, serliga í gýtingartíðini. Teir vaksnu siljafiskarnir eru lodnir á síðunum og hava størri uggafjaðrar. Roðslan er lítil og tunn. Strikan er bein og gongur frá kápuni aftur í stertin. Ein súrligur, agurkukendur roykur gongur at henni.

Eyðkenni: Tann lodna síðan á siljafiskunum og fitifjøðurin.

Týdningur: Lodna er virðismikil fiskur, ið verður veiddur í stórum nøgdum, mest til ídnað.

da: Lodde, en: Capelin, fr: Capelan, ís: Loðna, no: Lodde, tý: Lodde

LodnufiskarOsmeriformes

Hesin hópurin hevur 3 ættir, 22 slektir og 88 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin við einum slag:

  • Lodnuættin (Osmeridae)

Í lodnuættini eru bara smáir fiskar, teir longstu verða upp til 40 cm, teir flestu minni enn 20 cm. Summi sløg hava fitifjøður.

Nær um øll fiskasløgini í Osmeridae-ættini gýta í feskvatni, men tey flestu av hesum eru tó eisini í sjónum, tey eru anadrom. Lodnan livir tó alt sítt lív í sjónum.

Lodnufiskarnir liva bert á norðaru hálvu, í Atlantshavinum og Kyrrahavinum.