
Útbreiðsla: Lusifer er sjáldsamur fiskur. Umframt undir Føroyum, her hann bert er skrásettur eina ferð, er hann fingin sunnan fyri Ísland og vestur ímóti Grønlandi, við Madeira og í Nýfundlandi.

Lusifer (lusiferættin)
Linophryne lucifer Collett, 1886
Stødd: Kvennfiskar verða upp í 30 cm langir. Kallfiskarnir eru smáir og síggjast viðhvørt sitandi fastgrónir uppi á kvennfiskunum sum sníkar og lívlangir sáðbankar.
Dýpi: Hann er á djúpum vatni, men óvist á hvørjum dýpi. Undir Føroyum er hann fingin millum 1060 og 1175 m norður av Ytrabanka.
Litur: Hann er svartur um allan kroppin.
Lýsing: Hann er sjáldsamur í útsjónd, nakað flatur. Hann er næstan líka høgur, sum hann er langur. Hann hevur stórt høvd og stóran kjaft fremst á høvdinum. Hann hevur spískar og nakað stórar tenn, evarska smá eygu ovarlaga á høvdinum. Hann hevur smáar uggafjaðrar, ið sita mitt á fiskinum. Beint undir teimum eru tey smáu táknaopini. Aftast og ovast er sterturin, ið er mest sum ein hond við 6 teinum aftureftir. Á klingruni er ein lítil fjøður omaná og ein undir, báðar líkar stertinum, men minni. Einir tríggir teinar eru í hvørji. Frammarlaga undir búkinum er ein langur tráður, um helvtina av standardlongdini. Í endanum fer hann sundur í tvær ruflutar ‘tungur’.
Eyðkenni: Tær báðar ‘tungurnar’ í endanum á langa búkvøkstrinum. Undarliga skapið. Liturin. Táknaopini eru undir uggafjaðrunum.
Týdningur: Lusifer hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Tvebladet trådangler, ís: Surtla