Útbreiðsla: Í Føroyum er norskakvoysa í Sundalagnum, á Kollafirði og Skálafirði. Er eisini veidd á landgrunninum. Er annars við Bretsku Oyggjarnar og norðara part av Biskeiavíkini, inn í Skagerrak, fram við Noregi til Murmansk og við Ísland.
Norskakvoysa (kvoysuættin)
Phrynorhombus norvegicus
(Günther, 1862)
Stødd: Norskakvoysa verður í mesta lagi einar 12 cm long.
Dýpi: Hon er úr 10 út á 200 metra dýpi.
Litur: Hon er gullig, morbrún myrkumegin, við døkkum tvørblettum. Hvítumegin er hon ljós, hvítgrá.
Lýsing: Norskakvoysa er vinstravendur flatfiskur. Minsti flatfiskur á okkara leiðum, og har hon er breiðast, fjaðrarnar ikki roknaðar uppí, er hon um 1/3 av heildarlongdini.
Uggafjøðurin myrkumegin er størri enn uggafjøðurin hvítumegin. Búkfjaðrarnar eru ikki fastar í gotfjøðurini. Klingran er nakað smøl. Sterturin er nakað rundaður aftan. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin ganga inn undir klingruna hvítumegin. Ryggfjøðurin byrjar oman fyri og framman fyri høgra eyga. Norskakvoysa hevur stóra rufluta roðslu báðumegin, tó smærri roðslur hvítumegin. Strikan bogar eitt sindur yvir uggafjøðurini.
Eyðkenni: Støddin. Vinstravend. Breiddin afturímóti longdini. Smala klingran.
Týdningur: Norskakvoysa hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Småhvarre, en: Norwegian topknott, fr: Phrynorhombe de norwège, ís: Litli flóki, no: Småvar, tý: Zwergbutt