Útbreiðsla: Paddufiskur er í Biskeiavíkini, kring Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum, í donskum sjógvi til Tróndheims og Føroya.
Paddufiskur (toskaættin)
Raniceps raninus (Linné, 1758)
Stødd: Paddufiskur verður í mesta lagi 30 cm langur, vanliga upp í 25 cm.
Dýpi: Vanliga er hann úr vatnskorpuni niður á 100 metra dýpi, undir Føroyum tó niður á 140 m.
Litur: Hann er javnt dimm- ella blábrúnur um allan kroppin. Fjaðraendar og granar eru ljósari, tó er hann ikki ljósari um uggafjaðrarnar.
Teinar: R1 3; R2 60-66; G 53-60.
Lýsing: Paddufiskur hevur smalt sporl og er breiðvaksin framman. Fremra ryggfjøðurin er evarska lítil. Aftara ryggfjøðurin er long og nakað høg. Gotfjøðurin er heldur styttri enn aftara ryggfjøður, annars eru tær í skapi nakað líkar. Hann hevur rættiliga stórar og rundar uggafjaðrar. Búkfjaðrarnar eru smáar, og tveir teir fremstu teinarnir eru langir. Sterturin er rundaður aftan. Paddufiskur hevur stórt høvd. Kjaftklovin kemur aftur um eygað.
Eyðkenni: Breiði framparturin, ið smalkar ógvisliga aftan fyri endarnar á uggafjaðrunum.
Týdningur: Paddufiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Sortvels, en: Tadpole fish, fr: Trident, no: Paddetorsk, tý: Froschdorsch