Útbreiðsla: Rottutrónur er toluliga vanligur fiskur á djúpum vatni vestan fyri Føroyar. Hann er annars í nærum øllum Norðuratlantshavinum sunnan fyri ryggirnar Grønland- Skotland, á bankum og tindum suður móti Asoroyggjunum og úti fyri Portugal. Hann er frá North Carolina til Baffinslands. Er eisini í Suðuratlantshavinum, Kyrrahavinum og í Antarktisku høvunum.
Rottutrónur (moraættin)
Antimora rostrata (Günther, 1878)
Stødd: Rottutrónur verður upp í 75 cm langur, men er vanliga millum 40-55 cm.
Dýpi: Hann er úr 350 m niður á 3000 m.
Litur: Rottutrónur er svartur, grásvartur við einum bláligum farra.
Teinar: R1 4-5; R2 55-61; G 36-44;
Lýsing: Rottutrónur hevur tvær ryggfjaðrar. Tann fremra er lítil, og fremsti teinur er serliga høgur. Aftara ryggfjøður er long. Hon er frá klingruni fram til fremru ryggfjøður. Hann hevur eina gotfjøður, ið er lægst á miðjuni. Búkfjaðrarnar eru smalar og langar, koma næstan aftur til endan á uggafjaðrunum. Uggafjaðrarnar sita beint undir fremru ryggfjøður. Rottutrónur hevur lítlan stert. Strikan er mest sum bein. Gotið er beint um ella beint aftan fyri miðjuna á fiskinum. Høvdið er serligt við sínum beinkambi úr trantinum og inn undir eyguni. Hann hevur spíska og nakað breiða og flata gron, yvirbit og finnu. Eygnatvørmátið er heldur minni enn longdin á gronini. Hann hevur ein lítlan beinodd aftast á kápuni.
Eyðkenni: Beinkamburin, ið er frá trantinum til inn undir eyguni, spíski tranturin, skapið á fremru ryggfjøður og gotfjøðurini.
Týdningur: Rottutrónur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Blå antimora, en: Blue antimora, fr: Antimore bleu, ís: Fjólumóri