Útbreiðsla: Silvurøks er frá Qaqortoq (Julianehaab) og Ittoqqortoormiit (Scoresbysundi) í Grønlandi, til Íslands, Føroya, Noregs, vestan fyri Bretsku Oyggjarnar, Kanariuoyggjarnar og suður um Suðurafrika og í ein útsynning úr Suðurafrika. Í Kyrrahavinum millum 30° og 50°S. Undir Føroyum sæst hon javnan.
Silvurøks (silvurøksættin) Argyropelecus olfersi (Cuvier, 1829)
Stødd: Silvurøks verður upp í 10 cm, men vanliga er hon 6-8 cm.
Dýpi: Hon er uppsjóvarfiskur í djúpu høvunum á dýpi millum 100 m og 800 m.
Litur: Um bakið er hon dimm, svartblá, liðirnar eru silvurlittar.
Lýsing: Silvurøks er hávaksin og smalur fiskur, stutt, borin saman við hæddina. Hon hevur stóran, upprendan kjaft. Eyguni venda uppeftir og sita ovarlaga á høvdinum. Stór og týðilig ljósgøgn eru undir búkinum, fram við kjølinum. Hon hevur hvast kjalarskrubb.
Eyðkenni: Støddin, skapið, ljósgøgnini og sterki silvurliturin.
Týdningur: Silvurøks hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Sølvøkse, en: Hatchet fish, fr: Hache d’argent, ís: Norræni silfurfiskur, no: Stor perlemorsfisk, tý: Silberbeil