Útbreiðsla: Silvurstinglaksur kemur norður móti Føroyum, men er ikki skrásettur í føroyskum sjógvi. Hann sløðist til Íslands, er annars vestan fyri Írland til Senegals, við Suðurafrika og Madagaskar, nakað inn í Miðjarðarhavið. Úti í Atlantshavinum er hann á tindum og bankum. Hann er eisini við Suðuravstralia og Nýsæland.
Silvurstinglaksur (stinglaksaættin)
Lepidopus caudatus (Euphrasen, 1788)
Stødd: Silvurstinglaksur verður upp í 210 cm langur.
Dýpi: Hann er botnfiskur og uppsjóvarfiskur. Hann gongur í torvum úr 100 m niður á 600 m dýpi.
Litur: Hann er silvurlittur, dimmur um fjaðrarnar.
Teinar: R IX + 90-107; U 12.
Lýsing: Silvurstinglaksur er langur og mjávaksin fiskur. Hann er hægri, enn hann er breiður. Hann hevur eina langa ryggfjøður. Gotfjøðurin er í einum undir klingruni og bert leysir broddar eru haðani og fram til gotið. Hann hevur smáar búkfjaðrar, smáar uggafjaðrar og lítlan stert. Høvdið hækkar aftan fyri eyguni upp móti ryggfjøðurini. Hann hevur stór eygu og stóran kjaft við hvøssum tonnum.
Eyðkenni: Kropsskapið kann minna um eitt stórt svørðsblað. Høga ennið. Lítli sterturin.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning í Føroyum, men verður nógv veiddur aðrastaðini.
da: Strømpebåndsfisk, en: Scabbard fish, fr: Sabre argenté, ís: Marbendill, no: Slirefisk, tý: Degenfisch