Útbreiðsla: Skrubbuti úlvfiskur er norðan fyri Íslandsryggin. Hann er í Beaufortshavinum og Davisfirði.
Skrubbuti úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycodes squamiventer Jensen, 1904
Stødd: Skrubbuti úlvfiskur verður upp í 26 cm langur.
Dýpi: Hann er á mórubotni, úr 350 m niður á 1750 m í sjógvi kaldari enn 0°C.
Litur: Kroppurin og fjaðrarnar eru javnbrún, ella grábrún. Hann er ljósur undir búkinum. Hann hevur hvørki ljós bond ella annað. Royggið er myrkabrúnt til svart. Møguliga eru svartir blettir millum ljósu búkskræðuna og brúna litin ovari.
Teinar: U 17-20.
Lýsing: Skrubbuti úlvfiskur er langur og smidligur fiskur. Hann hevur ikki stert, men ryggfjøður og gotfjøður ganga saman í ein spíss aftast á sporlsendanum.
Við fremra enda á gotfjøðurini er kropshæddin umleið 9-11% av heildarlongdini. Roðsla er um kroppin, eisini um búkin og fram til uggafjaðrarnar.
Uggafjaðrarnar eru nakað stórar. Hann hevur smáar búkfjaðrar, 2,6-3,0% av heildarlongdini. Av gronini aftur til gotið eru umleið 38-41% av heildarlongdini. Ryggjargeislarnir eru millum 97 og 104 í tali. Skrubbuti úlvfiskur hevur meiri roðslu enn flestir aðrir úlvfiskar. Smáskrubbutur er hann mestsum um allan kroppin, um mesta av festunum undir ryggfjøðurini og gotfjøðurini, men ikki um høvdið. Strikurnar eru tvær. Ovari partur gongur mitt eftir síðuni og er ótýðiligur, niðari partur er týðiligur og gongur beint yvir gotfjøðurini og næstan aftur á sporlsendan.
Eyðkenni: Lítli fiskurin. Liturin, eingi ljós bond um bakið. Nógva roðslan. Strikurnar.
Týdningur: Skrubbuti úlvfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Bugskællet ålebrosme, ís: Nafnlausi mjóri, no: Skjell ålebrosme