Útbreiðsla: Hann er vanligur norður til 55° í Atlantshavinum, sløðist til Føroya og Íslands. Hann er fingin sunnan fyri Føroyabanka og Ytrabanka umframt á Íslandsrygginum. Hann er annars í øllum teimum heitu og flógvu høvunum, heilt suður á umleið 45°S.
Sloans ormsfiskur (ljósfiskaættin)
Chauliodus sloani
Bloch & Schneider, 1801
Stødd: Sloans ormsfiskur verður upp í 35 cm langur.
Dýpi: Hann fer djúpari enn 1000 m um dagin, kanska niður á 2800 m og upp undir vatnskorpuna á nátt. Hann er fingin við botná Íslandsrygginum á umleið 450 m.
Litur: Hann hevur ælabogalitir um síðurnar, silvurblankur um kápuna, svart-silvurbláligur um bakið og undir búkinum.
Teinar: R 7 (5-8); G 10-13; U 9-14; B 7;
Lýsing: Sloans ormsfiskur er klænur fiskur við stuttum, men stórum høvdi. Kjafturin er stórur við ógvisliga stórum tonnum, langar, spískar og nakað bogaðar innyvir. Við afturlatnum kjafti standa tenninar í undirkjaftinum upp við gronini. Hann hevur lítla ryggfjøður næstan frammi við nakkan, fremsti teinur umleið 3 ferðir longri enn hinir. Uggafjaðrarnar eru heilt frammi við kápuna. Búkfjaðrarnar eru frammanvert miðjuna. Gotfjøðurin er heilt afturi við klingruna. Hann hevur eina fitifjøðurlíka fjøður oman á sporlinum og eina framman fyri gotfjøðurina. Hann hevur smá ljósgøgn, eini 50 niðast eftir síðunum, frá ugganum aftur til stertin.
Eyðkenni: Stóru og hvøssu tenninar, ljósgøgnini, klæna skapið.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Sabeltandfisk, en: Sloan’s viperfish, fr: Chauliode de sloane, ís: Slóans gelgja, no: Huggormfisk